Skansin biður um umbering: Hatta má ikki henda

Fjepparafelagið hjá landsliðnum hevur fingið nógv uppiborið rós, men tekur í egnan barm í samband við hending á Tórsvølli í gjár

Bæði føroyskir og danskir miðlar hava av røttum róst Skansanum fyri avrikið í dystinum móti Danmark. Sjáldan hevur tað verið so góður stemningur á Tórsvølli til ein landsdyst. Skansin biður tó í dag um umbering fyri eina keðiliga hending.

 

Nevndin í Skansanum skrivar:

 

 

 

  • Takk fyri eitt fantastiskt, minniligt kvøld, sum vit ongantíð fara at gloyma! Men við øllum góðum, kemur av og á eisini okkurt minni gott.

 

 

 

  • Undir dystinum í gjár hendi nakað, ið ikki má henda. Ein fjeppari hevði tikið eina roykbumbu við sær inn á Tórsvøll, og futtaði hana av, stutt fyri hálvleik. Hetta hevði við sær, at bæði sløkkilið og løgreglan máttu upp í leikin. Viðkomandi varð tó skjótt funnin og burturvístur.

 

 

 

  • Vit kenna okkum hava ein part av ábyrgdini í hesum, tí at viðkomandi var við sum partur av Skansanum, og vilja vit tí koma við einari almennari umbering. Tí hetta má og skal ikki henda.

 

 

 

  • Har eru strangar altjóða reglur í samband við tílíkt, og verður hetta tikið í størsta álvara. So um tit, eins og vit, ynskja at Skansin framhaldandi skal hava loyvi at virka undir somu, sera góðu treytum, ið vit í løtuni hava, er tað av alstórum týdningi, at reglurnar verða tiknar í álvara. Slíkt má ikki henda aftur.

 

 

 

  • Útyvir hesa einu hendingina, kann tó bert sigast at tit vóru fyrimyndarlig! Viðheft er reglugerðin hjá FSF, ið eisini er at finna á øllum atgongumerkjum til landsdystir. Vónandi lesa øll hana væl, soleiðis at vit sleppa undan at slíkt hendir aftur.

 

##med2##

 


Danmark vann dystin 1-0. Føroyar spæla aftur týskvøldið. Tá eitur mótstøðuliðið Moldova.

 

##ms##