Skansin hevur havt aðalfund

Fjepparafelagið hjá landsliðnum, Skansin, hevur hvat aðalfund og nakrar broytingar eru. Millum annað er talan nú um eina sjey-mans nevnd, heldur enn eina fimm-mans nevnd. Johan Ásmundsson heldur fram sum forseti.

 

- Á aðalfundinum, ið var leygardagin 27/11, varð nýggj nevnd vald til Skansan. Nevndin varð broytt frá at vera ein fimm-mans nevnd, til eina sjey-mans nevnd. Ásbjørn Nielsson Nattestad og Rúni Stefanson valdu at takka fyri seg, og vilja vit takka teimum fyri teirra arbeiði og íkast, ið teir hava givið Skansanum, seinastu fýra árini, skrivar Skansin.

 

Í teirra stað eru komin Kristian Eysturoy, Noomi Sjúrðardóttir Dam. Aftrat teimum eru Bent Tommy Wang og Ruth Boetius eisini nýggj í nevndini

 

Nýggja nevndin er skipað soleiðis:

 

Johan Ásmundsson, Forseti

 

Jan Bolstad Anthoniussen, Varaforseti

 

Johan Hentze, Kassameistari

 

Kristian Eysturoy, Skrivari

 

Noomi Sjúrðardóttir Dam, Nevndarlimur

 

Bent Tommy Wang, Tiltakslimur

 

Ruth Boetius, Tiltakslimur