Jógvan við Keldu, løgtingsmaður í Norðoyggjum
Var lønin hjá borgaranum t.d. í Sunda Kommunu tann sama, sum hjá Havnarborgaranum, hevði Sunda Kommuna 6 mió. fleiri í kassanum, meðan Tórshavnar Kommuna hevði 70 mió. krónur færri til íløgur og rakstur, um inntøkan lá á hædd við borgaran í Sunda Kommunu
Eins og onnur samfeløg, eru Føroyar fyri støðugari broyting bygnaðarliga. Tað hevur við sær at meiri nágreiniliga má ansast eftir fíggjarliga grundarlagnum í ymisku tættunum, t.d í býtinum millum land og kommunur og kommunanna millum. Hetta hevur verið, er og verður tógvið stríð millum ymsu partarnar, og stríð verður neyðugt.
Hyggja vit at londunum uttan um okkum økist fólkaflytingin til størru plássini. Í Íslandi og Føroyum serliga til høvuðsstaðin.
Fíggjarliga grundarlagið hjá eini kommunu er meiri nú enn áður avgerandi fyri, um hon hóðrar undan í longdini. Latið okkum eisini síggja í eyguni, at fleiri og fleiri økir eru og verða løgd til kommunurnar at røkja, og til hetta skal peningur.
Menningin hjá eini kommunu verður alt eftir, um hon kann roknast sum eitt “heildar-samfelag”, t.v.s. um allir grundleggjandi tættir sum vinna, skúli, mentan, almenn arbeiðspláss, heilsu og sosialtænasta, barna- og eldraansing etc. eru har. Neyðugt er tí við sterkum økjum.
Eyðsýndur munur
Lat okkum hyggja at árligu lønarútgjaldingunum hjá sjey størstu kommununum, fyri hvønn persón sær, síggja vit, at ein kommuna skarðar eygsýniliga framúr; Tórshavnar kommuna við 191.000 krónum fyri hvønn íbúgva. Ein liggur langt aftanfyri hinar, nevniliga Vágs kommuna, við 143.000 krónum. Her er bert talan um A-inntøkur. Fyritøkur eru ikki íroknaðar. Tá eru tølini umleið hesi fyri hvønn persón sær:
Tórshavnar Kommuna: 191.000
Klaksvíkar Kommuna: 167.000
Runavíkar Kommuna: 166.000
Tvøroyrar Kommuna: 160.000
Fuglafjarðar Kommuna:168.000
Sunda Kommuna: 172.000
Vágs Kommuna: 143.000 .
Lat okkum taka eitt hugsað dømi: Um borgarin í Sunda Kommunu, sum liggur næst Havnini í inntøku, hevði somu inntøku, sum ein havnarborgari, hevði Sunda Kommuna í kommunuskatti havt ikki færri enn einar 6 mió. krónur fleiri til íløgur og rakstur. T.v.s. 51 mió krónur heldur enn 45 mió. krónur.
Hinvegin kann vísast á, at um borgarin í Tórshavnar Kommunu hevði somu inntøku, sum borgarin í Sunda Kommunu, lá Tórshavnar kommuna við 70 mió. krónum færri.
Hvat sigur politiski myndugleikin
Einki er at siga til, nú ein dagin orðaskifti var í løgtinginum, at janvnartingmaðurin Kristian Magnussen tók so hvassliga til: “Hvat vilja øll hesi fólkini í Havnini”? – Ja, soleiðs kann ein spyrja. Svarið er einfalt, men tíverri tykist tyngri at ganga við til broytingar rætta vegin.
Her er bert ein av nógvum vinklum. Lat meg siga, at tølini eru á leið.
Mær kunnugt hava alment ongantíð verið gjørdar útgreiningar, kanningar og enn minni staðfestingar hesum viðvíkjandi hvørki av Landsbankanum, Fíggjarmála-ráðnum ella Búðskaparráðnum. Heldur ikki havi eg sæð, hvussu hesir stovnar nágreinliga hugsa sær eina veruliga broyting av býtinum millum land og kommunur.
Vit sum landspolitikarar hava ábyrgd og møguleikar fyri at venda hesi gongd!
(Triðja greinin av í alt fimm)
www.keldu.comkeldu@post.olivant.fo