Javnaðarflokkurin ætylar at umleggja skattalógina so at barnafamiljur og meðallønir skulu sleppa lættari, meðan partafelagsskatturin skal upp.
Gongur sum flokkurin ætlar, skulu allir løntakarar gjalda 10% í eina fólkatrygd, og hetta merkir, at eisini teir føroyingar, sum sigla undir hentleikaflaggi skulu verða við at rinda í hendan kassan.
Høgu inntøkurnar skulu skattast eyka, og partafelagsskatturin skal úr 18 upp í 20%.
Flokkurin væntar, at hetta er eitt uppskot, ið hinir flokkarnir eisini kunnu góðtaka.