Tað verður skjótt lættari hjá ítróttafeløgunum kring landið at fáa skikkað fólk at taka lut í virksemið innan ítróttin, sum fyrr var sjálvboðið, skrivar Fíggjarmálaráðið.
– Stóra sjálvbodna arbeiðið innan ítróttin hevur ein risa stóran týdning fyri okkum sum samfelag. Tað er eitt ótal av fólkum, sum brúka stóran part av sínari orku og frítíð til at leiða og venja okkara ungdóm. Hesi hava uppiborið eina veruliga viðurkenning. Vónandi fer uppskotið at hava við sær, at enn fleiri fara at bjóða seg fram at hjálpa til í ítróttafeløgunum kring landið,” sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Tað er ásett í samgonguskjalinum, at skattafría hámarkið til ítróttin skuldi broytast. Eisini hevur Ítróttasamband Føroya víst á, at tørvur er á at dagføra upphæddina.
Verandi áseting um, at tey, ið fyrr vóru sjálvboðin, kunnu fáa 30.000 skattafríar krónur í samsýning um árið. Hámarkið er frá 1. januar 2013.
Sambært upplýsingum frá TAKS vórðu góðar 8 milliónir krónur rindaðar til 843 persónar fyri ítróttaarbeiðið, sum fyrr var sjálvboðið, í 2018.
Í miðal vóru útgoldnar slakar 9.700 krónur í part.