Klokkan 14.00 í dag sendir Fíggjarmálaráðið niðurstøðurnar í rapportini hjá Bárði Larsen út til miðlarnar. Tað merkir, at um nakrar tímar fáa føroyingar umsíðir at vita, hvat bráðfeingisstjórin á Taks metir vera farið fram.
Tað var um ársskifti 2015/2016, at føroyingar fyrstu ferð fingu frænir um, at okkurt illgrunasamt gekk fyri seg í TF Holding (Nú Betri Samtakið), tá ið tað gjørdist greitt, at Jørn Astrup Hansen, táverandi nevndarlimur, fór úr Eik Banka áðrenn tíð, tí hann ikki kundi taka undir við einum skattafrádrátti, sum leiðslan tá hevði sett í almenna rokniskapin. Samstundis frættist, at grannskoðarafyritøkan Spekt ikki vildi skriva undir rokniskapin uttan átekning - hetta av somu orsøk, teir kundu ikki taka undir við skattafrádráttinum.
Tann 14. apríl í 2016 skrivaði Sosialurin stórt tema um skattamálið, har blaðið hevði fingið innlit í alskyns skjøl í málinum, sum vístu, at hóast fleiri ávaringar um, at skattafrádrátturin á 90 milliónir var ivasamur í besta føri, so sendi leiðslan í bankanum ikki ivamálini víðari til Taks. Í fyrstu atløgu gjørdi leiðslan tað, at hon skrivaði sær 90 milliónir í frádrátti í einum høggi í sjálvuppgávuna. Síðani heitti nevndin í Eik á leiðsluna, um at venda sær til Taks við hetta, tí mett var ikki av summum nevndarlimum, at hetta var lógligt.
Leiðslan so gjørdi, og tá ið Taks kom til tað avgerð, at tað var í lagi at fáa frádrátt á 90 milliónir yvir 10 ár, spurdi nevndarlimir aftur, hvussu hetta bar til. Orsøkin vísti seg at vera tann, at leiðslan í Eik í fyrispurningi til Taks ikki vísti á ivamál hjá nevndarlimum um málið, men heldur spurdi hvussu tær 90 milliónirnar skuldu dragast frá - um tað var í einum ella yvir 10 ár.
Hendan avgerðin frá Taks kom á sumri í 2015, og leiddi til, at Spekt og Jørn Astrup Hansen handlaðu sum tey gjørdu um ársskifti 2015/2016. Orsaka av hesari handling valdi Taks at taka málið upp aftur av nýggjum. Eisini eftir áheitan frá Eik sjálvum.
Í februar í ár kom seinna niðurstøðan so - tað er framvegis goodwill, men virði er nú 0 krónur. Also 90 milliónir á muni. Men Taks kom samstundis eftir, at eingin hevði gjørt nakað galið - hvørki Eik ella Taks, hóast ein - sambært Taks - skeiv avgerð í fyrstu atløgu av skattamálinum mundi kosta føroyska samfelagnum heili 90 milliónir krónur.
"EIK LUMPAÐI TAKS" var yvirskriftin á Vikuskiftis Sosialinum 14. apríl í 2016 og síðani hava Sosialurin og Kringvarpið varpað ljós á tey mongu ivasomu viðurskiftini, sum hava verið rundan um hendan skattafrádráttin. Á in.fo í dag kanst tú tí leypandi lesa um skattamálið, nú vit fara at tríva aftur í tað, sum hevur verið skrivað hesir seinastu 15 mánaðirnar.