Skattapílurin peikar skeiva vegin

Í øllum kommunum í Norðoyggjum uttan í Fugloy var skattainntøkan væl lægri fyrra hálvár, enn hon var sama tíðarskeið í fjør

Skattainntøkurnar í kommununum í Norðoyggjum tykjast hava toppað í hesum umfarinum. Tað vísa fyribils skattatølini.

 

Tað eru fimm kommunur í Norðoyggjum, og tað var bara í Fugloyar kommunu, at skattainntøkan fyrra hálvár var hægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsligi vøksturin var 8,98 prosent ella 109.849 krónur.

 

Lutfalsliga var afturgongdin størst í Kunoyar kommunu. Har var minni inntøkan 511.140 krónur ella 17,43 prosent.

 

Í Viðareiðis og Hvannasunds kommunum var afturgongdin ávikavíst 6,85 og 6,38 prosent. Tað svarar til 489.585 krónur og 511.140 krónur.

 

Í krónum var afturgongdin størst í Klaksvík. Skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu var fyrra hálvár 110.609.060 krónur. Tað var 2.340.798 krónur minni enn fyrra hálvár í fjør. Lutfalsliga afturgongdin var 2,07 prosent.