Cristiano Ronaldo er undir illgurna fyri at hava snýtt sponsku mynduleikarnar í skatti, fyri yvir 100 milliónir krónur. Sponsku mynduleikarnir hava nú stevnt Cristiano Ronaldo.
Les eisini: Messi tapti kæruna
Portugisiska heimsstjørna skal hava snýtt í skatti fyri 109 milliónir krónur í árunum 2011 til 2014. Umboðsfelagið hjá heimsins besta fótbóltsspælara, Gestifute, hevur fyrr boðað frá, at skattamynduleikarnir hava fingið allar upplýsningar, og einki ólógligt er farið fram.
Tað er illgruni um, at hann skal hava fjalt inntøkur, sum hann hevur fingið uttanfyri fótbóltsfelagið hjá sær, Real Madrid. Tá er talan um merkið hjá honum “CR7”. Í ákæruni stendur at Cristiano Ronaldo visti um skattasvikið.
Hann gjørdi fyri kortum gjørdi fimm ára sáttmála við Real Madrid. Mett verður, at Cristiano Ronaldo er best lønta ítróttarfólki í heiminum í løtuni. Hann hevur eina ársløn upp á 700 milliónir krónur. Samanlagt verður mett, at hevur virðir í handilsvinnuni fyri næstan tvær milliardir krónur.
Í fjør bleiv Lionel Messi eisini dømdur fyri skattasvik. Hann fekk ein treytaða fongulsrevsing í 21 mánaðir.Tað vil siga, at hann ikki skal inn at sita, um hann einki ólógligt ger komandi 21 mánaðirnir. Lionel Messi og Cristiano Ronaldo hava verið kosnir til ársins spælara hvørt ár síðani 2008.