Tríggir U18 landsdystir hjá monnum skulu spælast í Føroyum um vikuskiftið, og í hesum sambandi eru tveir svenskir hondbóltsdómarar eisini í landinum.
Teir skulu døma hesar tríggjar U18 dystirnar, og Hondbóltssambandið hevur nú eisini fingið teir báðar sviarnar at halda eitt dómaraskeið fyri føroysku dómarunum.
Skeiðið verður beint aftan á landsdystin millum Føroyar og Moldova í morgin, sunnudagin. Landsdysturin byrjar klokkan 17.00, og skeiðið verður so beint aftan á dystarlok.
Føroysku dómararnir hava leingi heitt á HSF um at skipað fyri skeiðum fyri dómararnar, og hetta vikuskiftið er eitt gott høvi, eftirsum teir svensku dómararnir eru í landinum kortini, og Hondbóltssambandið vónar, at feløgini eisini verða fjølment umboðað, nú teirra áheitan er gingin á møti.