Skeivur boðskapur til føroyingar um korona

Boðskapurin frá løgfrøðingi í Degi og Viku í gjár, er skeivur, sigur løgreglan

Tað er ikki rætt, at tað er nøkur fráboðanarskylda í sambandi við korona.

Tað sigur løgreglan í eini fráboðan í morgun.

Í gjár upplýsti løgfrøðingur í Degi og Viku, at í samband við korona hava fólk fráboðanarskyldu. Tað merkir, at vita tey um onkran, sum hevur korona, men sum ikki er farin til lækna, ella sum ikki er farin í sóttarhald, hava tey skyldu til at melda, ella at boða lækna frá.

Hetta er ikki rætt, tí tað er eingin fráboðanarskylda á hesum øki, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at lógini um farsóttir, ella epidemilógin, umfatar tvey sløg av sjúkum. Í fyrra lagi umfatar lógin tær sjúkur, sum eru alment vandamiklar og í øðrum lagi umfatar hon aðrar sjúkur.

Tær alment vandamiklu sjúkurnar eru rættiliga álvarsligar sjúkur ið krevja nógv mannalív, eitt nú pokurnar og Sars. Koronavirus kemur ikki undir tann bólkin av sjúkum, men er undir tí bólkinum, sum eitur aðrar smittandi sjúkur.

Fráboðanarskyldan er bara fyri tær alment vandamiklu sjúkurnar og sostatt er eingin fráboðanarskylda í sambandi viå korona.

Løgreglan leggur afturat, at eftir núgaldandi lóg, hevur farsóttanevndin bara heimild til at seta tvingsil av ymsum slagi í gildi í sambandi við tær alment vandamiklu sjúkurnar, og sosatt ikki í sambandi við korona.