Skelkandi OL úrslit: Kvinnuligur tennis favorittur útsligin

OL favoritturin í tennis kappingini hjá kvinnum, Naomi Osaka, er útsligin. Hon tapti 2-0 í settum fyri Marketu Vondrousova.

OL favoritturin í tennis kappingini hjá kvinnum, Naomi Osaka, er útsligin. Hon tapti 2-0 í settum fyri Marketu Vondrousova.

 

Hon spælir á heimavølli, er nummar tvey á styrkislistanum og størsta mótstøðan er longu útsligin. Tað er ongin ivi um, at Naomi Osaka stóð í eini fantastiskari støðu, undan dystinum í morgun. Møguleikarnir fyri at spæla seg víðari tyktust at vera størri enn teir nakrantíð høvdu verið, tí hon hevði allar fortreytirnar fyri júst tí. Umframt omanfyri nevndu faktorunum, so varð dysturin spældur á hørðum undirlagið, sum er størsta styrkin hjá Osaka.

 

Mótstøðuspælarin var kjekkiska Marketa Vondrousova, ið undan dystinum var nummar 42 á styrkislistanum. Vondrousova er ein stinnur spælari, ið javnan leikar í teimum størstu kappingunum – hon er tó ikki ein, ið hevur bjóðað teimum allarbestu av, og tískil vóru tað fá ið væntaðu júst hetta í dag.

 

 

 

Fríggjadagin tendraði Osaka olympiska eldin og setti harvið hol á Olympisku leikirnar. Fyrstu tvey umførini hevur hon spælt á einum serstakliga høgum støði. Í dag var øðrvísi, og sløknaði eldurin øgiliga skjótt hjá henni. Hon kom ongantíð ordiliga í gongd, og tapti hon 2-0 í settum. Settini endaðu ávikavist 6-1 og 6-4 til Vondrousova. Merkisvert er, at Osaka breyt servina hjá Vondrousova í øðrum setti og kom á odda 0-1. Tó misti hon skjótt takið, og eitt sindur seinni varð dysturin taptur.