Skip mist 46 bingjur við donsku vesturstrondina

Eitt Mærsk-skip misti í gjár 46 bingur í havið, og bingjurnar reka runt uttan fyri strondina millum Bulbjerg og Svinkløv í Norðurjyllandi.

 

Eitt Mærsk-skip mist í gjár 46 bingjur í ódnini Pia. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir danska Forsvarskommandoen fyri Nordjyske.

Fýra av bingjunum vóru í dag riknar á land – tann fyrsta í gjár. Tað upplýsti strandarfútin á staðnum Andreas Rasmussen fyri Ritzau.

Tríggjar bingju lógu í dag á Tranum Strand sunnan fyri Blokhus við Vendsyssel. Ein fjórða rak á Klim Strand.

Nógvar av bingjunum hava fingið skaða. Tí eru góðs sum frystiboksir, køliskap og kanylir farið úr bingjunum.

Mærsk upplýsir í telduposti til TV 2, at bingjuskipið Mayvierw Maersk hevur boðað frá, at tað hevur mist bingjurnar.

/ritzau/

 

Eitt Mærsk-skip mist í gjár 46 bingjur í ódnini Pia. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix