Skipa fyri stórari mótmælisgongu á Vaglinum í Havn

Tað eru foreldur og avvarðandi at børnum og vaksnum , sum vilja vísa, at tey stuðla pedagogunum

Í gjár varð eisini nógv fólk uttan fyri Løgtingið og mótmælti, at uppskot er lagt fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum

Í morgin, fríggjadagin, klokkan tíggju, verður stór mótmælisgonga á Vaglinum í Havn. Tað er foreldur og avvarðandi at børnum, ungum og vaksnum á dagstovnum, fríðtíðarskúlum og stovnum undir Almannaverkinum, sum vilja vísa, at tey stuðla Pedagogfelagnum í krøvunum um at fáa betri umstøður

 

Mótmælisgongan gongur undir herrópinum, “Vit krevja raðfesting og virðing av námsfrøðiliga økinum”. Tey siga, at tað má ásetast við lóg, hvussu nógvir pedagogar skulu vera á hvørjum dagstovni, alt eftir barnatalinum. Tey halda, at tað er so strævið at tey ikki at hava ordiligar arbeiðsumstøður, og tá ið samanumkemur, rakar tað børnini og tey við serligum tørvi.

 

Tað er neyvan av tilvild, at mótmælisgongan er klokkan tíggju í morgin, tí tað er nettupp klokkan tíggju í morgin, at Løgtingið fer at viðgera uppskotið hjá Helga Abrahamsen um at skerja verkfallið hjá pedagogunum. Á tiltakinum verður bæði felagssangur røður og tey siga, at tey hava skipað tiltakið í samráð við koronuráðgevingina. Sostatt býta tey økið í tvey, soleiðis at tey úr vesturbýnum ganga móti Vaglinum frá Steinatúni, og tey, ið koma úr Eysturbýnum ganga frá kaini ella Vágsbotni.

 

Býráðið sigur, at av tí sama, verður Vaglið og Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, stongt fyri allari ferðslu.

 

Í gjár varð eisini nógv fólk uttan fyri Løgtingið og mótmælti, at uppskot er lagt fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum