Skipini høvdu verðið løgd um ein mánað

– Ella hevði ferðaætlanin verðið skerd niður í einki

Í gjár samtykti Løgtingið at Løgtingið at játta Strandferðsluni 26 milliónir afturat til olju. Tá ið uppskotið varð samtykt, varð tað skundað ígjøgnum Løgtingið upp á nakrar tímar. Tað merkir, at Løgtingið víkti frá øllum tíðarfreistum fyri at fáa tað samtykt.

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørdi kortini greitt, at hetta merkir ikki, at játtanin hjá Strandferðsluni til olju, er uppi. Men hann legði dent á, at Strandferðslan kann ikki arbeiða útfrá tí, at tey vænta at fáa eina hægri játtan.

 

Strandferðslan má arbeiða útfrá teirri játtan, Løgtingið hevur samtykt. Tað merkir, at fekk Strandferðslan ikki eina hægri játtan nú, høvdu tey verðið noydd til at skert ferðaætlanina heilt munandi longu nú. Varð hildið fram við verandi ferðaætlanin, høvdi øll skipini verið løgd longu í september, ella um ein mánað, staðfesti Uni Rasmussen.