Skipseldur sløktur eftir 13 samdøgur

Á Sri Lanka verður sagt, at 186 metra langa bingjuskipið - X-Press Pearl - hevur elvt til higartil størstu umhvørvisvanlukku í landinum.

 

 

 

Tað hevur nú eydnast at sløkkja eldin umborð í einum stórum bingjuskipi út fyri strondini á Sri Lanka. Eldur kom í skipið hin 20. mai, og skipið hevur nú brent í 13 samdøgur tilsamans.

 

X-Press Pearl, sum bingjuskipið kallast, er 186 metrar langt, og tað liggur fyri teym út fyri havnini í Colombo. Sambært NTB var skipið eisini lastað við 25 tonsum av saltpetursýru og stórum nøgdum av plasttilfari. 

 

NTB veit at siga, at maskinrúmið í skipinum er fult av sjógvi, og afturendin á X-Press Pearl er sokkin ein metur niður í sjógvin. Nú eru teir givnir at sproyta skipið við sjógvi.

 

Sagt verður, at enn eru partar av skipinum ov heitir til, at farast kann umborð á gera endaligar kanningar. Á Sri Lanka siga tey, at talan er um higartil størstu umhvørvisvanlukku í landinum.

 

##med2##

 

 

 

Maskinrúmið er fult av sjógvi, og afturendin er sokkin ein metur.