Skírisdag fara Føroyar at renna

Skírisdag verður runnið fyri sálarheilsuni, sigur Bragdið í tíðindaskrivi

Mynd: Bragdið

Skírisdag 14. apríl - á summarmála - fara Føroyar at renna! Tað eru Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri stóra rennitiltakinum, tá fólk kring allar Føroyar renna.

 

 

 

Øll kunnu vera við, tá Føroyar renna, einki aldursmark er og eingi krøv eru til formin. Tú meldar teg til á renn.fo, har tú velur hvussu langt tú ætlar tær at renna/ganga. Tá dagurin nærkast fært tú eitt renninummar sendandi við telduposti, sum tú prentar út og setur á bringuna, tá tú fert at renna. Tá tú hevur runnið tað, tú ætlaði tær, skrásetur tú teinin á renn.fo. Øll, sum hava skrásett seg aftaná renningina fáa eitt luttakaraheiðursmerki, sum minni um dagin.

 

 

 

Tiltakið er ókeypis, men tú kanst lata eina peningagávur til Sinnisbata, hetta gert tú tá tú meldar til.

 

 

 

Føroyar renna var fyrstu ferð í juni 2020. Tað var tann dagin Tórshavn Marathon av røttum skuldi vera, men sum orsaka av koronu bleiv avlýst. Tað var ikki gjørligt at samla fólk, so hugskotið var, at fólk runnu ella gingu har í Føroyum, tey vóru stødd. Vit runnu saman hvør sær. Undirtøkan til rennitiltakið var somikið góð at avgjørt var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak.

 

 

 

Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna vilja saman við Sinnisbata varpa ljós á sálarligaheilsu, og tí renna ella ganga vit fyri sálarheilsuni tá Føroyar renna 14. apríl, sigur Bragdið í tíðindaskrivi.

 

 

 

 

 

Mynd: Bragdið