Skjótt er at gloyma kjarnuvirðini

- Ein summarstevna hevur nógv av tí, sum onnur tiltøk, ið mangan eru innflutt uttan úr heimi, skjótt kunnu koma at mangla.

 

- Stevnan í Húsavík er ein hátíð, sum bygdin fyrireikar seg til. Myndir: Álvur Haraldsen.

 

 

- Tað er okkum ein æra at bjóða til oyggjastevnu í Húsavík - eitt ár seinni enn ætlað orsakað av koronu. Við góðum samstarvi við hini ungmannafeløgini í oynni varðveittu vit møguleikan at halda stevnuna í Húsavík í ár.

Tað siga tey í nevndini í ungmannafelagnum Sólarris.

- Korona er í løtuni enn ein virkin gestur okkara millum. Tí eiga vit øll sum ein at vera varin og ansa eftir hvør øðrum.

Nevndin vísir á týdningin av at hjúkla um siðbundnu summarstevnurnar.

- Ein slík stevna hevur í grundini nógv av tí, ið onnur størri tiltøk, ið mangan eru innflutt uttan úr heimi, skjótt kunnu koma at mangla.

Víst verður á, at í strembanini eftir størri tiltøkum, stjørnum, hørðum ljóði og ljósi - mangan við vinningi fyri eyga - er skjótt at gloyma kjarnuvirðini í summarstevnuni. 

 

- Stevnan í Húsavík er og verður ein hátíð, sum bygdin fyrireikar seg til. Fólk hampa um og gera ymiskt viðlíkahald, verður lagt aftrat.

Tey, sum manna nevndina í ungmannafelagnum Sólarris, bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum á stevnu í Húsavík í døgunum, 2.-4. juli. 

 

##med2##

 

 

- Stevnan í Húsavík er ein hátíð, sum bygdin fyrireikar seg til. Myndir: Álvur Haraldsen.

- Fólk hampa um og gera ymiskt viðlíkahald, tá stevnan nærkast.