Skjótt kunnu føroyingar eisini síggja Disney+

Stroymingartænastan verður tøk í Føroyum í summar

Í september 2020 bleiv stroymingartænastan Disney+ tøk í Danmark og øðrum grannalondum okkara. Tá roknaðu fleiri spentir føroyskir Disney-hyggjarar við, at nú fóru vit eisini at kunna síggja Disney+ í Føroyum. Men so var ikki. Tá Disney avdúkaði, nær stroymingartænastan fór at vera tøk í Norðurlondum, varð fráboðað, at Disney+ ikki verður tøkt í Føroyum. 

 

Men í dag boðar Disney so frá í einum tíðindaskrivi, at stroymingartænastan kemur at rigga 42 londum aftrat - eitt nú í Føroyum. So nú fer skjótt at bera til at síggja Disney+ í Føroyum.

 

Føroyingar mugu tó bíða eitt sindur aftrat, tí tænastan verður ikki tøk í Føroyum fyrr enn í summar.

 

Disney+ hevur verið tøkt í eitt nú USA, Canada, Hollandi og Australia síðan november í 2019, og tænastan er blivin tøk í fleiri londum so við og við. 

 

Disney+ verður sæð sum stórur kappingarneyti hjá stroymingarrisanum Netflix. Á Disney+ er tilfar frá Disney, Pixar, Marvel, Star Wars og National Geographic at síggja.