Áskoðari leyp á venjaran

Venjarin hjá skotska liðnum Celtic, Neil Lennon, slapp óskalaður, tá ein áskoðari leyp á hann aftan á ein dyst millum Celtic og Hearts í gjárkvøldið. Vaktarmenn lupu til, og álopsmaðurin, sum var Celtic-viðhaldsmaður, varð tikin.

 

Fjølmiðlarnir siga, at hetta kappingarárið hevur verið strævið hjá Neil Lennon. Hann hevur fingið fleiri hóttanir, og eina ferð sendi onkur honum eina brævbumbu, sum tó bleiv steðgað á posthúsinum.

 

Celtic, sum var á útivølli í gjárkvøldið, vann dystin 3-0, og úrslitið bar í sær, at liðið hevur framvegis møguleikan at vinna skotska meistaraheitið. Celtic er eitt stig aftan fyri erkafíggindan Glasgow Rangers. Seinasta umfar í hesum kappingarárinum verður sunnudagin.