Skotar lokka Jens Martin Knudsen

Fótbóltur: Skotska felagið Partick Thistle hevur bjóðað Jens Martini Knudsen sáttmála, men hann ivast í, um hann skal taka av tilboðnum

Nú stendur Jens Martini Knudsen í boði at sleppa at royna skotskan fótbólt.

2. deildarfelagið Partick Thistle hevur boðið landsliðsmálverjanum sáttmála, men runavíkingurin ivast í, um hann skal taka av tilboðnum.

? Hevði tað verið eitt størri felag, hevði eg langt síðani havt tikið av. Nú ivist eg í, um eg veruliga eri motiveraður at spæla fyri hetta felagið, sigur Jens Martin Knudsen.

? Eg kann fáa fitt av pengum fyri at spæla í Skotlandi, men eg hugsi eisini um familjuna hjá mær.

Jens Martin Knudsen ásannar, at hóast Partick Thistle ikki er tað mest spennandi felagið í Skotlandi, so kundi felagið verið ein sýnisgluggi fyri málverjan á bretska meginlandinum, og tí er eisini okkurt sum talar fyri, at hann skal taka av tilboðnum frá teimum.

Partick Thistle spælir í triðbestu skotsku deildini. Felagið, sum er fjórðstørsta felagið í Glasgow, hevur áður spælt í bestu deildini, men tað eru nøkur ár síðani. Felagið hevur eisini luttikið í Europa-Cup, men teir dystirnir liggja afturi í 60?unum og 70?unum. Í løtuni hevur felagið einar 5.000 áskoðarar til sínar heimadystir.


Skjót avgerð

Tað kann koma uppá tal, at Jens Martin fer at spæla við skotska felagnum í vetur og síðani seta nøsina móti Íslandi aftur næsta summar, har hann sum besti spælarin í farnu kapping, ongar trupulleikar hevur við at fáa sáttmála.

Ítróttar-Sosialurin hevur skilt, at íslendska meistaraliðið KR, sum skal luttaka í Champions League næsta ár, er áhugað í Jens Martini, og áður hevur Jens Martin váttað, at stórur áhugi eisini er fyri honum millum føroysku feløgini.

? Tá landsdysturin móti Kekkia er av, fari eg beinanvegin at avgera, um eg skal taka av skotska tilboðnum hjá skotum, tí um eg skal spæla í vetur, so má eg halda fram beint eftir landsdystin. Haldi eg frí í nakrar vikur, so fer formurin beinanvegin, sigur Jens Martin Knudsen.

Tað hevur verið uppá tal, at Jens Martin kanska fór at fáa okkurt annað tilboð, men í løtuni er einki ítøkiligt útlendskt tilboð á borðinum, og Jens Martin ætlar sær ikki at royndarvenja fyri at fáa sáttmála.

? Tað sigi eg stutt og greitt nei til. Eg spæli á slíkum støði í Íslandi, at feløgini eiga at vita, hvat eg standi fyri, sigur hann.

Og eftir landsdystin móti Kekkia verður avgjørt, um Jens Martin Knudsen fer at royna seg í Skotlandi, ella um hann fer at halda frí í vetur.