Skrivað álit um mentan í Havn

Mikudagin handar arbeiðsbólkur borgarstjóranum í Havn álit um mentan og list í Tórshavnar kommunu

Í nýggja bygnaðinum fyri Tórshavnar býráð er trivnaðardeild skipað sum ein av trimum hvøuðsdeildum í fyrisitingini.

? Ætlanin við deildini er at geva góða tænastu í gerandisdegnum hjá fólki, m. a. við at styrkja mentanararbeiðið í kommununi, sigur Leivur Hansen, borgarstjóri.

? Havnin er høvuðsstaður landsins og hevur skyldu at taka væl ímóti øllum, sum vitja býin, bæði landsmonnum úti um landið og fremmandafólkum, ið koma til Havnar at ferðast ella í ørindum. Ein tann besti mátin er at hava eitt livandi og fjølbroytt mentanarlív við spennandi tilboðum hjá gestum at fara til, sigur borgarstjórin.

Hann sigur víðari, at Havnin fyrst og fremst er heimbýur hjá sínum egnu borgarum og at eitt ríkt frítíðar- og mentanarlív fær fólk at trívast og ger tey virkin í samfelagnum.

Tórshavnar býráð setti í fjør ein arbeiðsbólk at gera álit um mentan og list í Tórshavnar kommunu. Bólkurin fekk víðar ræsur í sínum arbeiði og skuldi gera uppskot og tilmæli, sum kunnu verða støði undir komandi verkætlanum hjá kommununi. Bólkurin er nú liðugur við arbeiði sítt, og mikudagin 26. apríl kl 11 verður álitið handað býráðsformanninum á skrivstovu hansara í býráðshúsinum.

Í bólkinum hava verið Birgir Kruse, formaður, Elsa Jóhanna Høgenni, Jógvan Jensen, Napoleon Nólsoy, Niels Nattestad, Bárður Jákupðsson, Gunnar Hoydal og Jákup Simonsem