Skúlaaftran vaksandi trupulleiki

Skúlin og lærararnir mugu vera partur av ætlanini, tá ið arbeitt verður við at fáa næmingin at trívast aftur; trupulleikin kann ikki bara verða loystur uttan fyri skúlan. Tað halda skúlavegleiðarar.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á skulabladid.fo.

 

Skúlavegleiðingin eru partur av førleikastovuni, og ein av uppgávunum hjá skúlavegleiðarunum er at fáa næmingar, sum ikki vilja í skúla, aftur í skúla. Henda uppgávan er sera trupul, og viðhvørt kann hon tykjast rættiliga vónleys, halda Tina Purkhús og Bergljót Rond, skúlavegleiðarar á Skúlatrøð í Klaksvík.

 

- Tað er ikki altíð, at vit halda okkum vera skikkað at megna hetta, tí vit eru ikki sálarfrøðingar, hóast vit skulu duga at taka støði í næminginum, har hann er staddur. Vit vegleiða foreldrini og næmingin; viðhvørt eydnast tað at fáa næmingin aftur í skúla, viðhvørt ikki. Við allari vegleiðing, sama hvat hon snýr seg um, er tað ein fyrimunur, um vit kenna næmingin frammanundan. Næmingurin fær eisini meiri burturúr, tá ið hann følir, at vit kenna hann, hansara bakgrund og hvussu hann klárar seg í skúlanum; at vit sum heild hava eina føling við, hvørji áhugamál hann hevur og so framvegis. Teir fáa eisini eina kenslu av, at vit vilja hjálpa teimum.

 

Tað er tá ið næmingurin er komin í miðdeild, serliga seinnu helvt av miðdeild, at trupulleikar við angist, strongd og skúlaaftran koma undan kavi, og serliga hjá gentum, skrivar Skúlabladid m.a. á www.skulabladid.fo og har sæst greinin í fullari longd. .