Skuldsettur fyri at hótta við harðskapi

Ein maður fekk so nógv innanborða ímeðan hann bíðaði eftir flogfarinum, at løgreglan fór við honum

Løgreglan hevur givið einum manni bót fyri at at bróta skilhaldsreglurnar. Hann var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur og tað fær hann bót fyri. Men í sama viðfangi er hann eisini skuldsettur fyri at hava hótt ein duravørð í einum skeinkistaði í Havn. Í sambandi við at hann var so ólátaður inni á skeinkistaðnum, varð hann koyrdur á dyr, men tað hóvaði honum so illa, at hann hótti duravørðin við harðskapi.

 

Tað varð meldað og nú er maðurin skuldsettur fyri tað. Duravørðar hava eitt starv, har teir eru í serligum vanda fyri at vera fyri harðskapi og tí eru teir serliga væl vardur efir lógini. Tískil skal einki til fyri at vera skuldsettur fyri at gera seg inn á teir.

 

Annars hevur ein maður ligið á løgreglustøðini í nátt. Hann skuldi av landinum við flogfarið í gjár, men tað varð seinkað – og at enda avlýst. Bíðitíðina brúkti ferðamaðurin á skeinkistaðnum á flogvøllinum, men og har fekk hann so nógv innanbora, at løgreglan fór avstað við honum.  So hann ger eina roynd afturat í dag.