Skúlin hevur ein part av skyldini

Tað er ikki bara at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sigur arbeiðsgevari

Tað er skúlaskipanin, sum er ein orsøk til, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi í Føroyum. Tað heldur ein stórur arbeiðsgevari, Rói Kalsø, stjóri á Demich, á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Trupulleikin er líka nógv okkara egna skúlaskipan, sum tann avmarkandi útlendingalógin, sigur hann.

 

Eftir hansara tykki, leggur útbúgvingarskipanin upp til bókligar útbúgvingar. Kortini heldur hann, at støðan er batnað, tí tað tykist sum um at fleiri læarar kenna meira til handverkarafakini, so tað er ikki líka ringt at fáa lærlingar, sum tað hevur verið.

 

Men enn er langt á mál, tí tað er tørvur á nógv fleiri rørsmiðjum og blikksmiðum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at handverkið er fyri broyting, eitt nú hevur grøna orkuskiftið við sær, at tað er neyðugt við nýggjum førleikum.

 

– Her er stórur tørvur á at lagað útbúgvingina soleiðis til, at hon passar til dagsins samfelag, sigur hann. Hann sigur, at fyri Demich merkir tað, at í grundini mugu tey útbúgva fólkið einaferð afturat, eftir at tey hava fingið sveinabræv.

 

Hann ásannar, at fyritøkur eiga at førleikamenna síni starvsfólk, men í hesum førum er tað ikki so nógv víðari menning, tí tað snýr seg meiri um menna  at annað fakøki, altso at umskúla rør- og blikksmiðir til at arbeiða við hitapumpum.

 

Men fyrst og fremst má dentur leggjast á at útbúgva handverkarar og tað má gerast í øllum skúlaliðunum. Hann heldur, at tað er framvegis ein ábending um, at fólkaskúlanæmingar vera ”sendir” í miðnám.  Hetta er óheppið, tí eg eri vísur í, at nógvir av teimum høvdu trivist betri í handverki enn á skúlabonki, sigur stjórin á Demich við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

 

Hann leggur kortini afturat, at skipan, har lærlingar fáa skattalætta hevur fingið fleiri ungfólk at fara í læru.