Sending á Rás 2
Fyri nøkrum døgum síðani hoyrdi eg á Rás 2 eina áhugaverda sending frá Gjógv, har tosað varð við Eirik Suna Danielsen leiðaran á gistingarhúsinum Gjáargarði.
Tosað varð sjálvandi um, hvussu nógv ferðafólk koma til Gjáar, og eisini um hvussu nógv arbeiðspláss eru í bygdini. Tí í mun til fólkatalið í bygdini, eru arbeiðsplássini rættiliga nógv. Komið varð eisini inn á, hvussu nógv fólk búðu í bygdini, og hvussu gongdin hevur verið við fólkatalinum, tey síðstu nógvu árini. Bæði spyrjarin og Eirik Suni harmaðust gongdina, og søgdu seg ikki heilt skilja, at fólk ikki búsettust við Gjógv.
Nú hevði eg vónað, at Rás 2 fór at kanna nærri, t. d. hví fólk ikki búsetast í bygdini. Hóskandi kundi verið at tosað við Sunda kommunu um, hvussu møguleikarnir eru at fáa grundstykki við Gjógv. Einki havi eg hoyrt enn frá Rás 2, men kanska meira verður at frætta seinni.
Lesarabræv hjá Friðriku M. Kristiansen
Fyrr í summar, síðst í mai mánaði, hevði Friðrika M. Kristiansen við Gjógv eitt lesarabræv í Dimmalætting undir yvirskriftini “Tunnil til Gjáar”. Her hugleiðir hon um, hvussu gott tað er at vera við Gjógv um summarið, men eisini hvussu hættisligt tað kann vera at koyra til Gjáar á vetrardegi. Serliga leggur hon dent á, at gott hevði verið at fingið gjørt ein tunnil til Gjáar, og sjálvandi hevur Friðrika rætt í tí, tí hvør kennir ikki endurtøkurnar um ávaringarnar hjá útvarpinum um veturin, tá sagt verður, at hált er at koyra á Gjáarvegnum. Men Friðrika harmast eisini um, hví fólk ikki búsetast við Gjógv.
Eg fari at loyva mær at endurgeva eitt brot úr lesarabrævinum:
“Bygdin (Gjáar bygd) stendur enn til at bjarga. Men tit fólkavaldu skulu hava ein vilja til at gera nakað við tað.
Sum nú er, búgva tvær familjur við børnum við Gjógv. So um bygdin ikki skal doyggja út, má okkurt gerast nú.
Ella er vilji tykkara, tit fólkavaldu, at bygdin bert skal vera fyri ferðandi, at eingin fastbúgvandi skal vera við Gjógv í framtíðini? Nei, tað haldi eg ikki, at tit vilja.
Hvat er tykkara vilji?”
Einki havi eg sæð til, at Friðrika hevur fingið svar, so tit fólkavaldu í Sunda Kommunu, eg spyrji tí eisini: hvør er tykkara vilji viðvíkjandi Gjáar bygd???
Tá nú Friðrika einki alment svar fekk, fari eg sjálvur at royna at greiða frá umstøðunum at búsetast við Gjógv.
Frítíðarhús
Undir yvirskriftini “Frítíðarhús skapa lív” er 19. februar í ár ein tíðindastubbi á heimasíðuni hjá Sunda kommunu. Her verður greitt frá, at Sunda bygdaráð hevur samtykt at fara undir at projektera eitt øki til frítíðarhús við Gjógv. Roknað verður við, at pláss er fyri einum 15 summarhúsum. Eisini verður nevnt, at fólkatalið í bygdini hevur verið minkandi í mong ár.
Bíðilistar eftir grundstykkjum
Víðari stendur í hesum sama tíðindastubba, at umleið 50 fólk standa á bíðilista at fáa grundstykki til summarhús við Gjógv. Hesin ovurstóri áhugin at byggja summarhús við Gjógv er uttan iva íkomin, tí borgarstjórin síðstu 4 árini alment hevur tosað um at gera summarhús við Gjógv.
Men í áður nevnda tíðindastubba, verður einki sagt um, at tað eisini er bíðilisti at fáa vanlig grundstykki við Gjógv. Fólk, sum ætla at flyta til Gjáar at búgva. Á tí bíðilistanum eru 4 umsóknir til grundstykki (okt. 2007). Men henda bíðilistan velur Sunda kommuna at síggja burtur frá, og ístaðin taka tey framum, sum vilja byggja summarhús.
Lendið til summarhúsøkið
Lendið, har summarhúsini skulu byggjast, er á Fornheyggi (matr. nr. 139a), ella kanska er rættari at siga heiman fyri Fornheygg. Hetta lendið ognartók Gjáar Kommuna í samband við innangarðútskiftingina í 1984. Tá so Gjáar kommuna gjørdi eina byggisamtykt síðst í 1980-unum, var nevnda økið lagt út sum sethúsaøkið (økið B). Týðiliga og klárt verður í byggisamtyktini fyri Gjáar bygd (serliga í viðmerkingunum á síðu 13 og 14) sagt, at nevnda økið er ætlað til vanlig sethús.
Avgerðin hjá Sunda kommunu at nýta hetta lendið til summarhús, sum gamla Gjáar kommuna í síni tíð ognartók at nýta til vanligar sethúsagrundir, haldi eg vera eina ógvuliga merkiliga avgerð. Ja, eg haldi tað vera púra óhoyrt. Serliga tá hugsað verður um, at umsóknir eru frá fólki, sum ætla at flyta til Gjáar at búgva. Men hesi hava fingið avslag upp á teirra umsóknir við teirri grundgeving, at onki lendi er tókt at byggja á, og at ongar ætlanir eru at stykkja út til sethús við Gjógv.
Fólkatalið við Gjógv
Síðani annað heimskríggj er fólkatalið við Gjógv støðugt minkað, og í dag búgva við Gjógv knapt 40 fólk, harav uml. helvtin eru pensionistar. So skal fólkatalið í bygdini vaksa, skal fólk uttanífrá flyta til bygdina at búgva. Her kundi bygdaráðið, í staðin fyri bara at staðfesta at fólkatalið minkar, ført ein meira aktivan útjarðarapolitikk, fyri at fingið fólk at búsett seg við Gjógv. Kanska havt ódýr grundstykki, onga bíðitíð eftir grundstykki, og kanska givið fólki, sum búðu við Gjógv, onkrar serligar fyrimunir. Eisini kundi bygdaráðið trýst á landsmyndugleikarnar at fingið tunnil til Gjáar.
Við Gjógv eru umleið 40 tóm sethús, sum nú kunnu kallast summarhús. Nú er so ætlanin at gera eini 15 summarhús afturat. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður roknað við, at meira lív verður við Gjógv alt árið, tá hesi nýggju húsini koma. Hesum fari eg at ivast í, tí tá 40 tóm hús ikki klára at skapa lív, rokni eg ikki við at 15 summarhús afturat gera stórvegis mun.
Sethúsabygging í Sunda Kommunu
Sambært fundarfrágreiðingum hjá Sunda Kommunu sæst, at í øllum bygdum í kommununi verður útstykkjað til sethús, ella eru ætlanir um at gera tað. Men ikki við Gjógv. Her hendir, sum fyrr sagt, tað heilt merkiliga, at tað lendið, sum upprunaliga var ætlað til vanlig sethús, nú verður útstykkjað til summarhús, hóast umsóknir eru um grundstykki til vanlig sethús. Ein heilt, heilt løgin framferðarháttur. Ja, eg rokni við, at hetta eksperimentið hjá bygdaráðslimunum í Sunda kommunu er sjálvur mønustingurin hjá bygdini. Tí um fólk ikki hava møguleika at búsetast í bygdini, so sigur tað seg sjálvt, hvør endin verður.
Til samanberingar kann nevnast, at okkurt høvdu tjørnuvíkingar sagt, um lendi, sum har í bygdini er lagt av til vanlig sethús, hevði verðið brúkt til summarhús. Men sjálvandi hendir tað ikki. Sjálvandi ikki.
Broyting av byggisamtyktini við Gjógv
Fyri at kunna gjøgnumføra eksperimentið við at byggja summarhús á Fornheyggi, er viðtikið at broyta byggisamtyktina fyri Gjáar bygd, og er klagufreistin úti nú 17. desember. Nakrar serligar ásetingar skulu gerast fyri matr. nr. 139a. Men tað undrar meg, at summarhús skulu kunnu byggjast á hetta lendið, sum kommunan hevur ognartikið til vanligar sethúsagrundir.
Bygdaráðið arbeiðir bara fyri ferðafólkini
Skal gangast eftir gerðunum hjá Sunda kommunu, sæst, at førdi politikurin er tann, at fólk skulu ikki sleppa at búsetast við Gjógv. Heldur skal man satsta upp á ferðafólkini. Við Gjógv skal vera eitt stað, har tey stressaðu býarfólkini skulu koma at slappa av í vikuskiftunum. Hetta verður sagt út frá hesum sannroyndum:
Tá Gjáar kommuna kom upp í Sunda kommunu fyri uml. 4 árum síðani, vóru 2 grundstykki tøk í bygdini. Men eru tey nú bæði seld (til summarhús).
Økið á Fornheyggi, sum sambært byggisamtyktini við Gjógv er lagt av til vanlig sethús, skal nú brúkast til summarhús.
Felagið Atlantic Resorts søkti fyri o. u. 1½ ári síðani kommununa um at fáa eitt økið til at byggja frítíðarbústaðir á. Beinan vegin leyp kommunan á leistum fyri at broyta byggisamtyktina, so at hetta kundi gerast møguligt. (Her er ætlanini fyrst at byggja 10 bústaðir og síðani 15 afturat).
Bygdaráðið hevur samtykt at gera brúgv um Stórá heiman fyri Hulduheyggin. Henda brúgvin, sum verður gjørd eftir áheitan frá gistingarhúsinum Gjáargarði, er fyrst og fremst ætlað ferðafólkabussum, so atkoman til Gjáargarð skal vera lagaligari.
Niðurstøða
So út frá førda politikkinum hjá Sunda kommunu, er niðurstøða mín tann, at bygdaráðslimirnir hava avskrivað Gjáar bygd sum fast búpláss. Her skal byggjast út til ferðafólk. Og bara til ferðafólk. Fólk, sum ætla at búsetast við Gjógv, fáa at vita, at ongar ætlanir eru at útstykkja til vanlig sethús. Lendið, sum gamla Gjáar kommuna ognartók til sethúsagrundir, skal nú nýtast til summarhús. Her er eingin mennandi útjaðarapolitikkur at hóma. Als eingin.
Verandi bygdaráð syngur nú sítt síðsta vers. Men enn er skaðin ikki hendur. Tað skal tí vera mín vón og áheitan, at nýggja bygdaráðið fær tikið sær um reiggj og gjørt nakað við støðuna, so fólk eisini hava møguleika at búsetast við Gjógv, á sama hátt sum í øllum hinum bygdunum í Sunda kommunu.