Skulu føroyingar hátíðarhalda Valentine´s Day?
Hetta verður eitt av teimum fýra evnunum, sum panelið á Rás2 fer at práta um seinnapartin.
Fríggjadagar millum klokkan 13 og 14 verður hugt eftir vikuni, sum fór. Tríggir gestir koma í rásarúmið at kjakast um ymiskt, sum er farið fram farnu vikuna.
Panelið hesaferð er mannað við Jákup Olaf Johannesarson, Sissal Kristiansen og Elsu Mariu M. Olsen.
Umframt Valentine´s Day fer panelið at práta um politikarar, sum skifta flokk, flogferðaseðlaprísir og um fólk, sum rýma frá óhappi á alfaravegi.
Seinnapartur á Rás2 byrjar klokkan 13.