Skulu hava minni í fólkapensjón næsta ár

Samgongan tekur frá pensjónistum við aðrari hondini, men gevur eitt sindur meiri við hinari

Tað er nú greitt, at almenna fólkapensjónin skal lækka næsta ár.

 

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka grundupphæddina til stakar, og giftar, pensjónistar, 580 krónur um mánaðin, men samstundis verður viðbótin til støk og gift hækkað 150 krónur um mánaðin.

 

Tilsamans fer landskassin sostatt at spara 42 milliónir krónur næsta ár.

 

 

Men samstundis er ætlanin, at tey, sum arbeiða, og arbeiðsgevarar, skulu rinda eitt hálvt prosent í part meiri í Samhaldsfasta, so at gjaldið verður 2,25 prosent til løntakarar, og tað sama til arbeiðsgevarar.

 

Og uppskotið um at lækka pensjónina, er treytað av, at uppskotið um at hækka um gjaldið úr Samhaldsfasta, verður samtykt.

 

- Hetta hevur við sær, at tað ber til at hækka útgjaldið úr grunninum, sigur samgongan.

 

Hækkingin merkir, at inngjøldini í grunnin hækka einar 85 milliónir krónur, uppí 380 -  390 milliónir krónur næsta ár, og tilsamans fer gjaldið til hvønn pensjónist at hækka 800 krónur um mánaðin.

 

Harumframt hevur stýrið fyri Samhaldsfasta longu gjørt av, at útgjaldið skal hækka 100 krónur um mánaðin, so tilsamans fer hvør pensjónistur at fáa 900 krónur meiri úr samhaldsfasta um mánaðin næsta ár.

 

Saman við skattalættanum til lág- og miðallønt, umframt at Kringvarpsgjaldið hjá pensjónistum, lækkar, fer hetta at geva pensjónistum ein munandi fíggjarligan lætta, sigur samgongan.