Skulu hava nýggjan leiðara

Leiðarin hesi seianstu fimm árini, fer at royna nýggjar leiðir

Guðmundur Joensen hevur takkað fyri seg í Vági

Eftir fimm ár sum leiðari fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy hevur Guðmundur Joensen gjørt av at leita nýggjar leiðir, og sostatt skal Ítróttaháskúlin tí hava nýggjan leiðara.

 

Guðmundur Joensen varð settur sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy tíðliga á sumri 2016 við høvuðsuppgávu at byggja upp eitt nýtt annarleiðis háskúlatilboð í Føroyum, har fyrstu næmingarnir skuldu byrja um miðjan august í 2016. Burturúr ongum hevur Guðmundur staðið gingið á odda og uppbygt eitt einastandandi skúlatilboð til ungdómar her á landi og uttanlands, har kjarnin er adventure, ítróttur og upplivingar í náttúruni, sigur skúlin í tíðindaskrivi í morgun.

 

– Guðmundur hevur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og eru vit ómetaliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Guðmundur hevur lagt í at byggja upp hetta heilt einastandandi skúlatilboðið, sum jú eisini er eitt stórt aktiv fyri nærumhvørvið, sigur Dennis Holm, stýrisformaður í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

 

Uppá heilt stutta tíð er Ítróttaháskúlin uppbygdir til at verða eitt skúlatilboð, sum dregur ungdómar úr øllum heraðshornum. Karmarnir eru eisini vorðnir betur og betur og í januar varð nýtt næmingaheim tikið í nýtslu, og hetta letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum á Ítróttaháskúlanum.

 

Arbeitt verður við at fáa nýggjar karmar til skúlan, og tað er eisini rættiliga átroðkandi nú talið á næmingum er økt til 48 næmingar. Hetta verða eisini nakrar av teimum uppgávunum, sum nýggi leiðarin kemur at arbeiða við, sigur Dennis Holm.

 

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy er farið undir at fyrireika at søkja eftir nýggjum leiðara og verður lýst eftir leiðara eftir summarfrítíðina.

 

Guðmundur Joensen hevur takkað fyri seg í Vági