Skulu kanna um løgmaður segði ósatt

Hevur hann nakrantíð selt fiskirættindi ella hevur hann ikki

Hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður sagt ósatt fri Løgtinginum, ella hevur hann ikki?

 

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa tað staðfest.

 

Tí hevur hann nú biðið Landsstýrismálanevndina kanna eftir um løgmaður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, ella ikki.

 

Og tað, Jacob Vestergaard vil vita, um løgmaður hevur sagt ósatt um, er um hann nakrantíð hevur selt eitt veiði- ella fiskiloyvi.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at fyri einum ári síðani noktaði løgmaður fyri, at han nakrantíð hevði selt eitt veiði- ella fiskiloyvi

 

Men fyri eini viku síðani greiddi løgmaður frá, at fyrst í nítiárunum hevði hann sett pening í línuskipið, Klakk, men at hann seldi sín part í 2003, eins og aðrir partaeigarar eisini høvdu selt sín part

 

Løgmaður vildi kortini ikki upplýsa prísin, tí hann vísti á, at talan var um eina privata sølu, og prísurin var almenninginum óviðkomandi

 

Men hann segði samstundis, at talan var um eina vanliga partabrævasølu, og at fiskirættindini hjá skipinum vóru ikki gjørd upp sum virði í felagnum. Sostatt heldur hann framvegis fast um, at hann hevur ikki selt veiðiloyvi ella fiskiloyvi.

 

– Tað sum løgmaður segði fyri Løgtinginum fyri einum ári síðani, samsvarar ikki við tað sum løgmaður segði fyri eini viku síðani, heldur Jacob Vestergaard

 

Tí hevur hann nú biðið Landsstýrismálanevndina kanna um løgmaður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, tá hann upplýsti, at hann hevur ikki selt veiðiloyvi ella fiskiloyvi

 

– Tað hevur avgerðandi týdning fyri arbeiði í Løgtinginum og fyri alla teirri parlamentarisku skipanina, at løgmaður og landsstýrismenn siga satt fyri Løgtinginum, sigur Jacob Vestergaard.

 

– Tí hevur tað týdning fyri Løgtingi at fáa staðfest, um løgmaður segði ósatt fyri Løgtinginum, so Løgtingið kann taka neyðugu avleiðingarnar av tí, leggur hann afturat.