Skulu seta hart ímóti hørðum

- Teir útlendingar, sum hava føroysk fiskiloyvi, men sum nú vilja hava ES at boykotta okkum, skulu missa fiskiloyvini.

Tað heldur Hendrik Old, tingmaður fyri javnaðarflokkin.

 

Nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni, vildi Hendrik Old hava, at vit føroyingar seta hart ímóti hørðum í sambandi við, at ES ætlar at boykotta okkum.

 

Hann staðfestir, at tað eru útlendskir reiðarar, sum eiga at kalla alla fiskivinnuna í Føroyum, sum kastar nakað av sær.

 

- Tað ljóðar, at føroyskir peningastovnarnir sleppa ikki so frægt sum at fíggja hendan partin av flotanum. 

 

Sjálvt uppgerðirnar yvir hýrurnar verða roknað uttanlands, legði hann afturat.

 

Hann sigur, at hetta er ein sannroynd, hóast Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, og onnur, tvíhalda um, at føroyingar hava ræðisrættin á flotanum og at útlendingar eiga ikki meiri enn ein triðing, sum teir hava loyvi til eftir lógini.

 

Øll, sum fylgja við, vita, at teir eiga tann frægasta partin av fiskivinnuni við høvd og gørnum, sigur Hendrik Old.

 

Hann vísir eisini á, at summir av hesum útlendingum ganga nú fremst í tí liðið, sum vil hava ES at boykotta okkum.

 

- Tað er sjálvsagt, at tann dagin ES boykottar okkum, svara vit aftur við at taka fiskiloyvini frá hesum reiðarunum.

 

Hann skilir ikki, at vit ikki kunnu so frægt, sum finna út av, at taka eitt stig, sum hetta.

 

- Hví skulu útlendingar, sum eiga fiskiloyvi í Føroyum, men sum ganga gásagong í á dyrnar hjá ES í Brüssel at fáa ES at boykotta okkum, varðveita hesi fiskiloyvini, leggur hann afturat.

 

Men øll eru so ikki samd í honum.

 

Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at ein orsøk til, at ES ikki er farin nógv harðligari fram ímóti føroyingum, er, vit hava borið okkum sømiligt at.

 

Hóast vit eru fyri hørðum ágangi, vænti eg, at vit vinna meiri við at bera okkum sámliga at, heldur Bárður Nielsen.