Skulu siga nær fótbólturin fer á rull aftur

Bestu fótbóltsdeildirnar í Evropa skulu í seinasta lagi 25. mai boða Uefa frá, hvussu kappingarnar byrja aftur, sigur evropiska fótbóltssambandið

Í seinasta lagi 25. mai skulu Premier League og allar hinar fótbótlskappingarnar í Evropa leggja fram eina ætlan fyri, hvussu kappingarnar verða tiknar uppaftur.

Tað er eitt krav frá Evropiska Fótbóltssambandinum (Uefa), skrivar Sky Sports.

Uefa hevur givið teimum 55 limalondunum evstamark eftir at ein avtala í síðstu viku staðfesti, at undnakappingarnar til næstu Champions League og Europa League skulu avgerast við støði í hesum kappingarári.

Tað vóru Uefa-forsetin Aleksander Ceferin og aðalskrivarin í Uefa, Theodore Theodoridis, sum sendu út kravið.

– Tey ymsu fótbóltssambondini skulu boða UEFA frá í seinasta lagi 25. mai 2020 um, hvussu kappingarnar byrja aftur. Herundir eisini dagfesting fyri, nær byrjað verður, og hvussu kappingarnar enda aftur, skrivar Uefa sambært Sky Sports.

/ritzau/