Stendur tað til landsstýrið, kemur ein nýgg pensjónsskipan í gildi 1. januar.
Talan verður um eina sokallaða arbeiðsmarknaðarpensjón, ið inniber, at allir arbeiðstakarar gjalda tvey prosent av lønini í skipanina. Aftur fyri fáa arbeiðstakararnir eitt javnt útgjald svarandi til tað, teir hava goldið inn í hana, tá teir eru vorðnir pensjónistar.
Uppskotið hjá landsstýrinum inniheldur eisini ein skattalætta til tey lægst løntu. Hesin skattalætti verður hægri enn tey tvey prosentini, sum arbeiðstakarin rindar inn í skipanina. Tískil koma tey lágløntu at merkja ein fyrimun av skipanini beinan vegin, hon kemur í gildi.
Ikki liðug
Hendan nýggja skipanin var fyri á landsstýrisfundi mánadagin, men hon er ikki heilt liðug enn. Í gjár skuldu embætisfólk í Fíggjarmálastýrinum gera neyvar útrokningar til uppskotið. Men teldukervið í Fíggjarmálastýrinum var í ólagi til á middegi, tí bar ikki til at fáa neyvar upplýsingar um, hvussu skattalættin verður skipaður og hvørjar upphæddir talan verður um.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur tó, at hann roknar við, at ein persónur, sum vinnur 250.000 krónur, kemur orsakað av skattalættanum at hava tað sama eftir, sum hann hevur havt higartil, tá hann hevur rindað tey tvey prosentini í pensjónsskipanina.
Skattalættin inniber, at botnfrádrátturin hækkar. Men fyri at hetta ikki skal vera til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna nógv, ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at broyta stigan í botfrádráttinum.
? Endamálið hjá okkum er, at tey lægt løntu skulu fáa mest burturúr, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hvussu stigin í botnfrádráttinum verður broyttur, veit Karsten Hansen heldur ikki at siga nágreiniliga, orsakað av, at teldukervið í Fíggjarmálastýrinum hevur verið í ólagi.
Fólkapensjónin burtur
Karsten Hansen sigur, at fólkapensjónin kemur at lúta fyri nýggju pensjónsskipanini, tá hon er komin at virka.
? Talið av pensjónistum veksur so skjótt, at vit skjótt ikki hava ráð til at rinda teimum øllum fólkapensjón yvir skattin. Tí er tað umráðandi, at vit finna hóskandi skipan, sum vit kunnu fáa í staðin, sigur Karsten Hansen.
Fólkapensjónin verður kortini ikki heilt burtur. Landsstýrið ætlar nevniliga, at fólkapensjónin skal vera ein veiting fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum og tey, sum hava vunnið so lítið á arbeiðsmarknaðinum, at pensjónsuppsparingin ikki er vorðin nóg stór til at kunna liva av.
Á henda hátt heldur landsstýrið, at tað tryggjar samhaldsfestið í skipanini.
Um arbeiðsgevararnir ella arbeiðstakararnir eru teir, sum skulu rinda inn í skipanina, metir landsstýrið vera ein samráðingarspurning til komandi lønarsamráðingar.
Landsstýrið ætlar, at nýggja skipanin skal koma í gildi 1. januar. Men enn er landsstýrið ikki heilt liðugt við skipanina, millum annað vantar at ráðføra seg við fakfeløgini.