Skulu taka støðu til bygging á Argjahamri

Í dag klokkan 16 verður eyka býrðasfundur í Havn um útstykking á Argjahamri

 

Bara eitt mál er á skránni til eykabýráðsfund í Havn í dag klokkan 16. Tað er útstykkingin oman fyri Argjahamar.

 

Málið snýr seg um at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Føroyar um íverkseting av útstykkingararbeiðnum og at játta pening til endamálið.

 

Málið er frammanundan samtykt í bæði byggi- og býarskipanarnevndini, teknisku nevnd og í fíggjarnevndini.