Føroyingar eiga at brynja seg til eina framtíð við nýggjum fiskasløgum og broyttum fiskihættum sigur Michaela Aschan, sum í mong ár hevur granskað í fiskastovnum í Atlantshavi Tíðindaskriv frá TACC
Michaela Aschan er havbiologur og verður ein av røðarunum á veðurlagsráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference í Norðurlandashúsinum 7. og 8. apríl.
Ráðstevnan hevur til endamáls at lýsa ávirkanina av veðurlagsbroytingum á fiskivinnuna og at vísa á møguligar loysnir. Umframt fyrilestrar um ávirkanina á fiskastovnarnar, verða eisini fyrilestrar um tey krøv, sum væntandi fara at koma bæði frá keyparum og politikarum.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarfelagnum, tekur undir við veðurlagsráðstevnuni og vónar, at umheimurin á tann hátt eisini verður gjørdur varugur við, at vit í Føroyum hava áhuga í at verja havið. ?Vit, sum liva av náttúruni, mugu standa í fremstu røð, tá tað velst um at ansa eftir náttúruni og serstakliga tilfeinginum, sum er í havinum - ið er grundarlagið undir, at fólk kann búgva í Føroyum,? sigur Viberg Sørensen.
Høvuðsrøðari á ráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference verður vinnarin av Nobel friðarheiðurslønini í 2007 og fyrrverandi varaforseti í USA, Al Gore.