? Eg havi ikki heilt álit á, at tað ber til at taka fullveldi, og tí skulu vit vera varðin, sigur Súsanna Leo úr Vági. Hon lesur løgfrøði á universitetinum í Keypmannahavn.
Hon sigur, at hon tekur undir við fullveldistankanum, men fyrst skulu føroyingar vísa, at tað ber til at taka fullveldi.
? Tað er neyðugt við nógvum íløgum í til dømis samferðsluna og heilsuverkið, og * spurningurin er, um tað fer at lata seg gera, um vit taka fullveldi.
Spyrja eitt sindur
Súsanna Leo sigur, at danir, sum hon lesur saman við, spyrja við hvørt eitt sindur um føroysku fullveldisæltanina.
? Men eg haldi, at teir eru rættiliga líkaglaðir. Summi halda, at føroyingar krevja ov nógv og ikki hava uppiborið so langa skiftistíð, sigur hon.
? Eg hoyri bara negativar viðmerkingar um føroyska fullveldið frá dønum. Men tað upplivi eg ikki sum nakran trupulleika.
Tosa nógv
Føroysku útisetarnir tosa nógv um fullveldismálið, sigur Súsanna Leo.
? Tað kemur stundum fyri, at donsku sjónvarpsrásirnar vísa skeiva myndir, tá tær hava innsløg um Føroyar, og tað plaga vit millum annað at tosa um, sigur hon.
Súsanna lesur øll tey føroysku bløðini, men hon sigur seg ikki nærlesa alt. Og so fylgir hon eitt sindur við í donsku fjølmiðlunum.
? Eg avvísi ikki, at eg taki undir við fullveldinum, um skiftistíðin verður eini 15 ár, sigur hon.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.