Skulu varpa ljós á happing

Jógvan á Lakjuni heldur tað verða týðandi, at ljós verður varpað á happing. Men hann hevur ongar ætlanir um at biðja løgtingið um pening á komandi fíggjarlóg til økið

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, heldur tað hava týdning, at vit nú seta orð á og práta um happing í skúlunum.

- Tað er álvarsligt, at fáa slíka lýsing av støðuni, og skal hon sjálvandi takast í álvara, segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, tá kanningin var løgd fram á tíðindafundi í Mentamálaráðnum seinnapartin mánadagin.

Í sambandi við kanningina setti hann ein arbeiðsbólk at koma við tilmælum um tiltøk, sum kunnu basa happingini. Limirnir í arbeiðsbólkinum vóru: Janus Jensen, undirvísingarleiðari, formaður, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, Rógvi Thomsen, lærari á Føroya Læraraskúla og Hanna Kampmann, sálarfrøðingur.


Mong tilmæli

Arbeiðsbólkurin hevur nógv góð tilmæli, men her er vert at leggja sær í geyma, at talan bert er um tilmæli, og ikki um avgerðir.

Tilmæli teirra viðvíkjandi happing fevndu um:

- At kanna happing millum skúlanæmingar og luttøka í altjóða kanning um trivnað.

- Trivnaðarætlanir í skúlunum.

- Ábyrgdarpersónar/toymi á hvørjum skúla.

- Lærarar fáa tíð til at arbeiða við at menna sosialar førleikar hjá næmingum m.a í sambandi við happing.

- Eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum.

- Undirvísingartilfar.

- Heimasíða um happing


Tímar eru tøkir

Spurdur, um landsstýrismaðurin ætlar at søkja pening til at fremja nøkur av tilmælunum, sigur hann seg ikki kunna lova fleiri pengar, men, at nakað av orku longu er inni í skipanini. Eitt nú hevur skúlin fingið nógvan pening til fleiri tímar í innskúlingini.

- Vónandi koma eyka tímarnir í innskúlingini eisini trivnað næminganna til góðar. Eisini hevur verið tosað um at innføra floksins tíma aftur, men hetta kostar nógvar milliónir, so tað verður neyvan veruleiki enn. Men vit kunnu eisini skunda undir Skúlabókagrunnin, at gera tilfar um trivnað og happing. Og so er tað eisini ein spurningur um hugburðin hjá okkum øllum mótvegis happing, segði landsstýrismaðurin.

Olaus Jespersen, deildarstjóri á Fólkaskúladeildini, greiddi eisini frá, at skúlarnir hava eina menningarætlan fyri 2004 – 2007, har trivnaður eisini er eitt krav.

- Hvør lærari hevur 40 tímar til menningarskrá skúlans, so teir tímarnir kunnu eisini brúkast her. Og vit kunnu sjálvandi eisini áleggja skúlum, sum ikki hava fingið eina trivnaðarætlan enn, um at bera so í bandi. Tí tað er eisini ein spurningur um, hvussu einstaki skúlaleiðarin raðfestir júst hetta økið, sigur hann.


Útbúgving til lærarar

Jenny Petersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini, segði, at eitt av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum er, at bjóða lærarum sokallarðar AKT-útbúgvingar, og at hendan útbúgving hevur verið bjóðað fram fyrr í Føroyum.

Í tilmælinum stendur, at AKT merkir atferð, kontakt og trivnaður og varpar ljós á næmingar, sum hava ein atburð í skúlanum, ið ger sambandið við aðrar næmingar og vaksin trupult og ávirkar trivnaðin hjá teimum sjálvum og øðrum. Viðkomandi lærari skal arbeiða ítøkiliga við atferð, samskifti og trivanði hjá næmingum skúlans.

Útbúgvingin sum AKT- lærari er ein eftirútbúgving, ið tekur umleið 90 tímar. Í Danmark hevur politiski myndugleikin sett sær sum mál, at í skúlaárinum 2007/2008 skulu allir skúlar hava fingið AKT- lærarar. AKT- lærarin fær 5 tímar til hvønn flokk um árið til at røkja sítt starv.

- Tað er ikki óvist, at vit fara at bjóða hesa útbúgving aftur komandi ár, segði hon.