Skurðlæknin sum gjørdist al-Qaeda-leiðari

Leiðarin í al-Qaeda er dripin í einum amerikonskum dronuálopi, upplýsir Joe Biden

 

Joe Biden hevur váttað, at Ayman al-Zawahiri er dripin í einum dronuálopi hjá CIA. (Arkivoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin Joe Biden upplýsir í nátt, at al-Qaeda-leiðarin Ayman al-Zawahiri er dripin í einum dronuálopi, sum amerikanska fregnartænastan CIA hevur framt.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um egytpan, sum fór frá at vera skurðlækni til at gerast leiðari í al-Qaeda:

Navn: Ayman al-Zawahiri. Verður eisini nevndur Abd al-Mu'izz og The Doctor.

Aldur: 71 ár, føddur 19. juni 1951.

Føðistaður: Egyptaland.

Foreldur: Nøvnini á foreldrum hansara kennast ikki, men sum skilst eru foreldur hansara av framstandandi familjum.

Útbúgving: Í 1974 var hann liðugur við læknalesturin á universitetinum í Kairo, har hann spesialiseraði seg sum skurðlækni.

Yrkisleið: Frá 1974 til 1977 var hann skurðlækni í egyptiska herinum.

Frá 1980 til 1981 var hann neyðhjálpararbeiðari fyri Reyða Hálvmána í Peshawar í Pakistan, har hann viðgjørdi offur í Afganistan-krígnum.

Tá al-Zawahiri for aftur til Egyptalands, var hann millum fleiri hundrað, sum vórðu handtikin í kjalarvørrinum av morðinum á Anwar Sadat forseta í 1981. Hann varð dømdur fyri at hava havt ólóglig vápn og fekk trý ára fongsul.

Í 1985 fór hann úr Egyptalandi til Saudi-Arabia, har hann síðani flýddi til Pakistan og síðani til Afganistan.

Í Afganistan lærdi hann Osama bin Laden at kenna. Hann var til staðar, tá al-Qaeda varð stovnaður í 1988.

Fyrst í nítiárunum tók hann yvir leiðsluna í Egyptiska Islamiska Jihad (EIJ).

Í 1998 skipaðu hann og Bin Laden ein formligan felagsskap, og EIJ og al-Qaeda vórðu lagdir saman.

Ayman al-Zawahiri verður hildin at hava verið við til at leggja til rættis álopini á World Trade Center 11. september í 2001.

Eftir álopini verður hann so líðandi talsmaður fyri al-Qaeda, har hann millum annað úttalar seg um Irak-kríggið.

Í 2009 gjørdi amerikanska uttanríkisráðið greitt, at al-Zawahiri var tann, sum tók avgerðirnar í al-Qaeda, meðan bin Laden meira virkaði sum frontfigurur.

Tá bin Laden varð dripin í 2011, tók hann yvir formligu leiðsluna í al-Qaeda.

Keldur: Britannica og FBI.

/ritzau/

 

Joe Biden hevur váttað, at Ayman al-Zawahiri er dripin í einum dronuálopi hjá CIA. (Arkivoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix