Børnini skulu 15 metur leygardagin og tey vaksnu skutu 18 metur sunnudagin.
Børn
Tað hevur verið trupult at skipa nakra kapping fyri compound hjá teimum yngru í ár, og er bert tann eini skjúttin Magnus Andreassen, Ørvur, sum skeyt (284+282) 566 stig.
Í bólkinum recurve vóru 12 luttakarar. Bestu innleiðandi úrslitini vóru:
Nr. 1. Bogi Andreasen, Vágaskot, (253+267) 520 stig, nr. 2 Tummas Eidesgaard, Ørvur, (250+253) 503 stig, nr. 3 Fróði Dam, Tambar, (246+241) 487 stig og nr. 4 Rani L. Beder, Tambar, (238+239) 477 stig. Allir skutu persónligt met. Annars vóru 8 persónlig met sett í recurve bólkinum.
Síðan var farið undir finaluumfarið, har byrjað bleiv við 1/8-finalunum. Fýra teir best skjúttarnir sótu yvir, dystirnir vóru hesir:Rógvi Dalsgarð og Rógvi Larsen, báðir Tambar, 93-73, Odd Andreasen og Heðin Olsen, báðir Tambar, 104-98, Sirið Rein og Rani Joensen, bæði Tambar, 99-84 og Bogi Mørkøre, Ørvur og Oddmar Nielsen, Tambar, 93-89.
¼-finalurnar: Bogi A. og Rógvi D. 99-100, Odd og Rani 99-95, Fróði og Sirið 86-96 og Bogi M. Og Tummar 90-107.
½-finalurnar: Rógvi D. og Odd 96-97, og Sirið og Tummas 79-102.
Dysturin um triðja plássið var millum Rógva D. og Sirið og gjørdist sera spennandi við bert einum stigi millum tey. Dysturin endaði 95-96.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Tummas og Odd og lat Tummas ongan iva verða um, at hann ætlaði sær at vinna. Tummas vann kappingina við hesum dystinum 106-102.
Vaksin
Forfall gjørdi, at tað heldur ikki hesaferð vóru so nógvir compound skjúttar við, bert tríggir luttakarar. Innleiðandi vóru úrslitini hesi:
Nr. 1 Jógvan Niclasen, Tambar, (285+284) 569 stig, nr. 2 Magnus Andreassen, Ørvur, (258+262) 520 stig og nr. 3 Kaj Johannesen, Ørvur, (225+250) 475 stig.
Farið varð beinleiðis til ½-finalurnar har Jógvan sat yvir, meðan Magnus og Kaj skutu ein javnan dyst, sum endaði við sigri til Magnus 99-97.
Dystin um fyrsta plássið vann Jógvan trygt á Magnus við 113-102.
Í recurve bólkinum vóru 10 luttakarar, har 4 av skjúttunum skutu persónlig met. Bestu innleiðandi úrslitini vóru hesi:
Nr. 1 Hans petur Højgaard, Ørvur, (281+280) 561 stig og persónligt met, nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, (251+256) 507 stig, nr. Sjúrður Rein, Tambar, 253+241) 494 stig og Jastrid M. Jensen, Tambar, (236+241) 477 stig.
Í 1/8-finalunum sótu seks teir bestu skjúttarnir yvir, meðan hesir dystir vóru: Rakul Dam, Tambar, og Jim S. Guttesen, Vágaskot, 91-77, og Bogi Andreasen, Vágaskot, og Nikkel Petersen, Ørvur, 88-93.
¼-finalurnar: Hans P. og Rakul 108-84, Jógvan magnus “Eggaba” Andreasen, Vágaskot, og Jastrid 95-99, Sjúrður og Andras á Lofti, Vágaskot, 111-95, og Nikkel og Eirikur 87-104.
½-finalurnar: Hans P. og Jastrid 107-99, og Sjúrður og Eirikur 106-103.
Dysturin um triðja plássið var millum Jastrid og Eirik og endaði 97-108.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Sjúrð og Hans P. og var Sjúrður óheppin at skjóta ein píl við síðuna av og misti nøkur týdningarmikil stig. Hans P. vann dystin 110-90, og sostatt vann Hans P. eisini kappingina.
Høvuðsstuðul hjá Bogaskjótideildini er Tryggingarfelagið Føroyar.
Bogaskjótideildin
09-12-2007