Skyfall er eingin vanligur Bond filmur

- Nýggi James Bond filmurin, Skyfall, er ikki ein vanligur James Bond filmur. Heldur vil eg siga, at hetta er ein pastisja, ein listalig eftirgerð, av fleiri filmsløgum, ið altíð hava verið frammi. Tað heldur Birgir Kruse, filmskennari, um nýggjasta James Bond filmin.

Heimsfrumsýning av filminum Skyfall var í nátt 26. oktober sjey minuttir yvir midnátt - 007.

Sambært Birgir Kruse er torført at seta nýggjasti Bond filmin í ein ávísan bás, tá talan er um sjangru.

- Í byrjanini er hetta sum Top Gear uppá speed á stórbýartekjum í Turkalandi, at føra okkum inn á nýggja pallin hjá Bond. Síðani verður hildið fram í toki, sum var tað ein kovboyfilmur. Í næstu løtu nemur hann við Dirty Harry, so fer hann í sálardýpið, sum í American Beauty, har vit hoyra um karga uppvøksturin hjá foreldraloysinginum James Bond, og at enda fer filmurin beint í barnaheimið á skotsku heiðini, skansan, ið skapti James Bond, og tað verður sum í Wuthering Heights, har M doyr og James ger upp við heim og foreldur, og ger seg kláran til endaligu uppgerðina, sum í Straw Dogs, men eisini merktur av Last Man Standing við Bruce Willis, sum aftur var ein eftirgerð av Yojimbo hjá Kurosawa. Og so fáa vit innlit í sálarlívið hjá hinum fráfalna einglinum, Javier Bardem, ið hevur litað hárið gulhvítt og

villist í bindingini til M, sigur Birgir Kruse.

Hetta er tann 23. filmurin í James Bond røðini. Í ikki færri enn 50 ár hevur Bond undirhildið á hvíta løriftinum, og fyri triðju ferð síggja vit Daniel Craig í leiklutinum sum James Bond.Ein leiklutur, sum Craig megnar framúr væl, heldur Birgir.

- Hetta er filmssøga millum gott og ilt, sum vil nakað. Inn í millum síggja vit allar teir nútímans brúkslutir, sum eyðkenna ein rættan Bond, bilar, bátar og ur, men ikki so nógv konufólk. Einskygdu kvinnurnar, the Bond babes, eru lukkutíð farnar í baksýnið. Hinvegin verður javnan nomið við aldurin á James Bond, sum nú er farin um tey 50. Staputur við blóðsprongdum eygum og fallin til drykkjuskap, loftar Daniel Craig hesum aldursprátið serstakliga væl, og er beint nú hin besti James Bond yvirhøvur, sigur Birgir Kruse.