Ókendir menn skutu gjáranáttina fyrrverandi ovastan í palestinsku trygdartænastuni Moussa Arafat, sum var systkinabarn fyrrverandi palestinska forsetan Yasser Arafat.
Palestinska løgreglan segði í gjár, at fleiri menn lupu á húsini hjá fyrrverandi trygdarovastanum og skutu hann. Ein sonur hansara var eisini inni í húsunum, men í gjár var ógreitt, um álopsmenninir høvdu burturflutt hann, ella um hann var sloppin til rýmingar.
Moussa Arafat var trygdarovasti hjá teimum palestinsku myndugleikunum, til núverandi leiðarin, Mahmoud Abbas, koyrdi hann frá. Hann varð fleiri ferðir skuldsettur fyri svik, og løgreglan sigur, at hann hevði nógvar fíggindar. Moussa Arafat var 65 ára gamal, nú hann doyði.