SKYN CUP 24

Hin 6. og 7. juli verður Gundadalur karmur um spennandi fótbóltskapping fyri gentur og dreingir, har fótbóltsmenning og felagsskapur eru í hásæti.

SKYN CUP 24 er kapping, sum B36 skipar fyri við stuðli frá Skyn, og kappingin er fyri øll lið frá U7 til U13.

 

Í B36 siga tey, at kostnaðurin fyri luttøku er 500 krónur fyri hvørt liðið, og freistin at melda til er hin 30. juni.

 

- Vit síggjast í Gundadali til tveir spennandi dagar við fótbólti og hugna, siga tey í B36.

 

Meira kunning um tiltakið og kappingina kann lesast á Facebook-vanganum við navninum SKYN CUP.

 

Fótbóltstiltakið, sum er fyri bæði gentur og dreingir, gongur yvir tveir dagar, 6. og 7. juli, og tað er B36, sum skipar fyri.