Í kvøld byrjar ein nýggj tænasta í høvuðsstaðarkommununi, og er talan um eina Eldralinju, sum eldri skulu kunna ringja inn til.
Eldraráðið og Tórshavnar kommuna siga talan vera um eitt tilboð til øll yvir 60 ár, sum hava tørv á at tosa við onkran, ella sum kanska ivast í onkrum.
Eldralinjan svarar hvørt týskvøld og mikukvøld millum klokkan sjey og níggju, og við telefonina sita fólk, ið hava stundir at lurta og hjálpa - og sum sjálvandi hava fulla tagnarskyldu.
Tórshavnar kommuna er fyrsta kommuna í landinum, sum bjóðar hesa tænastu, og nummarið hjá Eldralinuni verður 31 88 00.