Slógvið til heiður og æru

Tað skulu vinnast pengar burtur úr fiskaslógvi. Høvd og ryggir verða turkað í Leirvík og seld til Nigeria. Framleiðslan byrjar væntandi í summar

 

Turkivirki

Leirvík: Eini 28.000-30.000 tons av føroyskum fiskahøvdum fara árliga mestsum fyri einki, meðan onnur lond flyta hesa vøru út fyri hundraðtals milliónir. Men nú fara føroyingar eisini at gagnnýta hesa vøruna.

Beint norðan fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti stendur ein virkisbygningur, har nógv lív er í løtuni. Ikki orsakaða av framleiðslu, men tí at menn eru við at gera hann kláran at fara undir framleiðslu. Nýggja framleiðslu her hjá okkum.

Tað er virkið hjá felagnum Atlantic Marime Products, sum fer at turka fiskahøvd og ryggir til útflutnings. Í sam bygningi, sum fyri nøkrum árum síðan varð bygdur til livravirkið hjá spf. H. Konoy

Tað ganga menn og stoypa gólv í ovaru hæddini inni í bygninginum. Ein betongbilur stendur uttan fyri og letur betong renna gjøgnum eina slisku inn gjøgnum vindeyga, har onkur spreiðir út við spaka, meðan aðrir slætta við eini fjøl.

Ígjøgnum eitt duraglopp sæst inn í aðra høll, har bara hálvt gólv er í ovaru hæddini. Har eru nakrir mans í ferð við at fylla okkurt upp á ein lastbil í niðaru hæddini. Fari oman um. Vænti at hitta stjóran har.


Íslendskar royndir

Eirikur á Húsamørk situr inni í húsinum á lastbilinum. Hann bakar bilin út um og kemur so at práta.

Her larmar nakað illa til at fáa eina líkinda samrøðu. Onkur smiður gongur og tekur sundur eitthvørt, sum beinast skal burtur, so vit fara upp í matstovuna at seta okkum.

Eirikur á Húsamørk greiðir frá, at hugskotið til at fara at turka fiskaslógv kom á eini marknaðarferð hann var í Íslandi herfyri. Har hitti hann menn, sum hava turkað høvd og ryggir í Íslandi í fleiri ár. Teir komu á tal og hann greiddi teimum frá virkinum, sum stóð tómt í Leirvík.

Teir vóru sera áhugaðir, greiðir hann frá, og longu eina viku eftir vóru teir í Leirvík og hugdu at virkinum.

Síðan hevur tíðin gingið við at fáa fígging og gera virkið klárt til framleiðslu. Fígging er fingin frá Norðoya Sparikassa og Útnorðurgrunninum.

Talan er um eit felag, sum føroyingar og íslendingar eiga helvt um helvt. Partapenignurin er fýra milliónir krónur.

Fyrimunurin við at arbeiða saman við íslendingum á hendan hátt, sigur Eirikur á Húsamørk, er, at teir longu í nógv ár hava turkað og selt fiskaslógv. Tí ber til við hesum nýggja virkinum bara at fara í gongd og njóta gott av royndunum hjá islendingunum. Tað metir hann sparir eini fimm ár ella so í barnasjúkum.

Lidna vøran verður øll seld til Nigeria, har hon verður nýtt til at gera fiskasúpan av. Hann væntar ein umsetning upp á einar 20 milliónir krónur árliga, sigur Eirikur á Húsamørk.

Tað byggir hann á, at tað koma eini 28.000-30.000 tons av høvdum frá føroysku fiskavirkjunum árliga. Hetta fer sum er mestsum alt í kvørnina hjá Havsbrún.

Stjórin á nýggja turkivirkinum í Leirvík heldur tað vera ov vánaligt, at føroyingar, sum siga seg at vera framkomna fiskivinnutjóð, bara fáa eina úrtøku upp á kanska eini 40 prosent burtur úr fiskinum. Við at turka høvd og ryggir til útflutnings, væntar hann at hækka úrtøkuna munandi.

Virkið í Leirvík fer væntandi at kunna taka í móti umleið 6.000 tonsum árliga, og tað fara eini 20 fólk at arbeiða á virkinum. tá tað fer í gongd vónandi i juni, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri.

Høvdini verða tikin ínn í eina goymslu og løgd á plastikkristir, sum settar verða til turkingar hvør oman á aðrari. Høvdini verða so forturkað í tveir dagar, fyri síðan at verða stoytt í kassar við ótøttum botni, sum aftur verða settir hvør oman á annan í eini stórari turkihøll. Alt veður turkað við luft, og hitan fer virkið at fáa frá brennistøðini hjá IRF, sum er granni.

Men áðrenn byrjað verður, skal virkið eisini byggjast út. Ein køligoymsla og ein móttøka skulu gerast.

Hetta kostar nógvar pengar, sigur Eirikur á Húsamørk, uttan tó at vilja út við, hvat samlaði kostnaðurin verður. Men bara maskinurnar fara at kosta hálvasjeyndu millión, sigur hann tó.


Lýsivirkið fór

Vit standa í gamla lýsivirkinum, sum nú verður gjørt til turkihús. Og tað, Eirikur í áðni koyrdi út úr høllini í lastbilinum, var partur av lýsiverksmiðjuni, sum nú bara veðrur niðurløgd.

-Amboðini verða beind av vegnum. Men er onkur, sum hevur hug at keypa, selja vit beinanveg, sigur Eirikur á Húsamørk.

Hann letur at, at hendan royndin við lýsinum kostaði honum væl av pengum. Men kortini hevur hann áræði til at byrja aftur.

-Tann seinasti idioturin er ikki føddur enn, heldur hann fyri við einum skeivum brosi.

Hann harmast tó um, at ikki bar til at fáa lýsiframleiðsluna rættiliga í gongd. Men tað var ikki nóg stórur áhugi millum fiskimenn at taka livur, og so var ikki annað at gera enn at lata aftur.

Tað var nú spell kortini, heldur Eirikur á Húsamørk. Tí teir komu ongantíð rættiliga í gongd við at góðska lýsið. Teir seldu rávøru fyri átta krónur kg., sigur hann. Meðan tann lidna vøran verður seld fyri 120,- kr, kg.

Men so langt kom virkið í Leirvík ongantíð. Stutt og greitt tí ov lítið av rávøru fekst.