Slagorða-flokkurin

Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum

Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum. At ganga á skeið og læra at føra valstríð er rættiliga nýtt, men annars heilt nógv útbreitt fyribrigdi í heiminum. Í dag sleppur ein flokkur næstan ikki undan onkrum skeiði, um hann skal standa seg í einum valstríði.

Men máti skal vera við. Tað tungusnildið og annað snildi, sum verður lært á slíkum skeiðum, má ikki gerast innihaldið í politikkinum hjá einum flokki. Tá verður ongin beinagrind, bert ein hamur eftir.


Eitt gott samfelag

Í Føroyum er tað Javnaðarflokkurin, sum hevur sitið mest á skúlabonki, hóast aðrir flokkar eisini hava fingið nakað av hesum slagorðalærdómi potaðan niður í seg.

Eg skal her nevna trý dømi um, hvussu Javnaðarflokkurin førir seg fram við slagorðum:

Útvarpið hevði nú eitt kvøldið fingið tað góða hugskot at lata umboð fyri tey politisku ungmannafeløgini yvirtaka Fimmaran. Evnið var fyrst og fremst sjálvstýri ella samband. Eg fekk tíverri ikki alla sendingina við, men hoyrdi kortini fleiri ferðir, at umboð Javnaðarfloksins førdi fram, at Javnaðarflokkurin vil hava eitt gott samfelag.

Hetta er eitt sniðfundigt slagorð. Tí, hvat liggur í tí? Jú, at hinir flokkarnir vilja ikki hava eitt gott samfelag. Og serliga: flokkar, sum vilja hava loysing ella sjálvstýri, vilja so slettis ikki hava eitt gott samfelag. Statt so!


Onki mál í sær sjálvum

Eitt annað dømi: eitt nógv umrøtt yvirtøkumál hevur verið fyri á tingi. Tað varð samtykt við 2. viðgerð, men varð felt við 3. viðgerð. Bæði í tinginum og seinni í Sjónvarpinum segði Jóannes Eidesgaard, at ?ein yvirtøka í sær sjálvum er ikki nakað mál?, men at vit skula fremja ?yvirtøkur, tí at vit fáa nakað burtur úr tí?.

Eisini hetta ljóðar væl, men er í roynd og veru onki uttan slagorð. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Gamla Sjálvstýri løgdu lunnar undir yvirtøkupolitikkin, meðan Tjóðveldisflokkurin vildi hava og vil hava eina endaliga uppgerð við Danmark í staðin. Hóast hetta hevur Tjóðveldisflokkurin gingið við til at framt yvirtøkur sum stig á sjálvstýrisleið, av tí at meiriluti fekst ikki fyri einum meira víðgongdum politikki.

Málið hjá Tjóðveldisflokkinum við yvirtøkunum hevur verið, at málsøkini komu undir lóggávuvald Løgtingsins (í staðin fyri Fólkatingsins) og umsitingin undir Landsstýrið (í staðin fyri donsku stjórnina). Tað er eitt mál í sær sjálvum. Sjálvstýrispolitikkur kann ikki grundast á, at vit fáa nakað annað burturúr enn ræði yvir okkum sjálvum, okkara samfelag, landi, havi, undirgrund og havbotni.


Er ongin støða

sterk støða?

Eitt triðja dømi: Ein navnframur og royndur Javnaðarpolitikari tók einaferð til, at ?ongin støða er sterk støða?. Eisini hetta kann ljóða væl, serliga tá tað verður sagt nóg ofta. Men hvussu við innihaldinum? Ber tað yvirhøvur til at føra politikk hjá honum, sum onga støðu hevur?

Neyvan. Aftur eitt slagorð.

Og tað eru hesi slagorðini, sum hava yvirtikið politikkin hjá Javnaðarflokkinum. Tí ber heldur ikki til at fáa ein skilagóðan og miðvísan dialog við Javnaðarflokkin um sjálvstýri. Flokkurin tvíheldur jú um, at ?ongin støða er sterk støða?. Men tað er neyvan ein politikkur, sum roynist í longdini.

Stokkutur hiti, segði kellingin, tá hon meig í lógvarnar fyri at fløva sær hendurnar.