Slakar 21 miljónir krónur í inntøku í fjør

Seinastu 11 árini hevur umsetningurin hjá Runavíkar havn verið 162,11 miljónir krónur.

 

 

Inntøkurnar hjá Runavíkar havn í 2020 vóru slakar 21 miljónir krónur, og nettovinningurin var umleið 9,4 miljónir krónur. Hetta er eitt vet lakari enn í 2019, og orsøkin er, at inntøkurnar gjørdust nakað minni enn væntað.

 

Covid-19 sóttin hevði ta avleiðing, at ferðamannaskipini, sum frammanundan høvdu boðað frá komu, settust aftur.

 

- Ein annar partur av orsøkini er, at Runavíkar havn av umhvørvisávum hevur sett upp eina skrá yvir skip, sum ikki fáa akkers- ella bryggjupláss aftur, fyrrenn hesi hava bøtt um ávís viðurskifti við larmi og royki.

 

Tað vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tað hevur eydnast í onkrum einstøkum føri at fáa skipini at bøta um viðurskifti við larmi og royki, men enn hava útgerðarfeløgini væl eftir at gera fyri at røkka einum rímiligum støði. Annars verður áhaldandi arbeitt við landstreymsmálinum.

 

- Seinastu 11 árini - árini 2010 til 2020 - hevur umsetningurin hjá Runavíkar havn verið tilsamans 162,11 miljónir krónur. Útreiðslurnar hava verið 95,493 miljónir krónur, og samlaði nettovinningurin í hesum 11-ára skeiði hevur verið 66,617 miljónir krónur.

 

- Tað er umskiftiligt frá ári til ár, hvussu gongdin er millum ymisku havnaløgini í kommununi, men myndin er greið í 2020, har Runavík, Glyvrar og Søldarfjørður standa fyri tí mesta av vinninginum, meðan Funningsfjørður hesi seinnu árini eisini hevur kvinkað seg upp eftir frá at kalla ongum, siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

Meira um hesi viðurskifti kann lesast á www.runavik.fo