Slaktið verður enn størri næsta ár

Heilt fitt av fólki leitaði sær oman í Tórsgøtu og Vágsbotn í Havn leygardagin til árliga tiltakið Slaktið. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á føroyskan landbúnað og kjøtframleiðslu og Bogi Andreasen, sum er ein av fyriskiparunum, er væl nøgdur við tiltakið.

- Tað eydnaðist sera væl aftur í ár. Vitjanartalið var uppaftur hægri í ár enn í fjør, og tað gleðast vit sjálvandi um. Vit halda eisini, at tiltakið sum heild eydnaðist heilt væl, sigur hann.

 

Í ár var størri dentur lagdur á mat enn í fjør og fleiri veitarar uttanífrá bjóðaðu sínar vørur fram, so sum Ruben Busk við sínum ræstkjøtaburgara, Simmer Dim hjá Smyril Line og Veltan av Sandoynni.

- Hetta gjørdi, at tað var nokk av mati til øll, umframt at útboðið var fjølbroytt. Nógv fólk fingu eisini høvi at síggja og smakka góðu vørurnar hjá Veltuni, sum eisini fekk sera góð skoðsmál av teimum vitjandi. Tað er jú ótrúligt, at tað skal bera til at fáa alt hetta at veksa í Føroyum, sigur hann.

 

Í fjør fingu fyriskipararnir nakað av atfinningum um flettingina av seyði, sum eisini er partur av tiltakinum.

- Fólk vístu á, at tað var óheppið, at seyðurin stóð millum fólk so leingi og tað sá kanska heldur harðligt út, tá menn tóku seyðin og leiddu hann til at blíva stungin. Í ár valdu vit tí at halda seyðin, sum skuldi flettast, burtur frá fólkinum, líka inntil hann bleiv leiddur inn at flettast. Vit fluttu eisini sláturstaðið oman í Vágsbotn fyri at fáa størri frástøðu millum matin og flettingina og fyri at gera umstøðurnar betri, bæði hjá teimum sum flettu og teimum, sum hugdu at, sigur Bogi Andreasen.

 

Eingin ivi er um, at Slaktið er komið fyri at vera og næsta ár hevur Bogi Andreasen vónir um at fáa enn fleiri veitarar við.

- Vit vita jú, at tað er ein ørgrynna av smáframleiðslu av øllum møguligum føroyskum ymsa staðni í Føroyum. Eg havi verið á matfestivali í Danmark, har føroyskir framleiðarar, sum eg ikki visti av frammanundan, bjóðaðu fram. Vónandi kunnu vit fáa nógv teirra at luttaka á Slaktinum næsta ár og geva eina enn fjølbroyttari mynd av, hvat føroyskur landbúnaður hevur at bjóða, sigur Bogi Andreasen.