Slaktið tilnevnd til Embla Food Award

Mánadagin verður Embla Food Award í Oslo, har tiltakið Slaktið, sum seinastu árini hevur verið hildið í Tórsgøtu í Havn, er innstillað til eina virðisløn.

 

Í 2019 var hitt árliga tiltakið í Tórsgøtu, »Ein dagur á Grynnuni« eisini tilnevnt, men tey vinnu ikki tá.

Heiðurin »Nordic Food for Many« fer til ein persón ella felagsskap, sum hevur gjørt nakað heilt serligt fyri at fremja mat, góðsku og norðurlendska matmentan í almennum máltíðum.

Slaktið er eitt ókeypis tiltak, har tey seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit úr jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, og grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum.

Smakkiroyndir, livandi kríatúr, ølsmakking, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, ponyríðing, tónleikur og mangt annað plagar at vera á skránni.

Sum heitið á tiltakinum sigur, verður eisini slaktað. Eitt upplagt høvi hjá vaksnum og børnum at síggja, hvussu tilfeingið verður fingið til vega.

Fleiri ferðir hevur ein heilur tarvskálvur grillaður til luttakararnar at smakka.