Ísland fær samráðingar

Tann 24. februar fer ES-nevndin at hava fund, og millum málini á dagsskránni er tann íslendska umsóknin um samráðingar um limaskap í samveldinum. Tíðindastovan Reuters skrivar frá sínum keldum, at nevndin fer at mæla samveldinum til ar taka upp samráðingar við íslendingar.

Tíðindastovan endurgevur íslendskar myndugleikar fyri at hava sagt, at samráðingar um limaskap fara at taka millum 12 og 24 mánaðir. Tann 16. juli í fjør samtykti Altingið við teprum meiriluta at søkja um limaskap í ES. Tá roknaði stjórnin við, at samráðingar um limaskap kundu byrja tíðliga í ár.