Ísland og Føroyar draga ferðafólk

Norrøna er nú farin undir vetrarsiglingina, og kann Smyril Line hyggja aftur á summar- og heystsigling, sum hevur verið nøktandi.

- Vit hava verið lutfalsliga væl nøgd, serliga norðureftir, har Ísland og Føroyar draga, sigur stjórin í Smyril Line, Rúni Poulsen.

Hann kundi tó ynskt sær enn fleiri ferðafólk, tí Føroyar hava stórar møguleikar við ferðafólkavinnuni, og sigur hann seg vera spentan at síggja hvussu tað fer at gangast í framtíðini, nú Ferðaráð Føroya ger nógv burturúr at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.

Smyril Line tekur sær eisini av farmaflutningi, og á hesum økinum sigur Rúni Poulsen, at gongdin hevur verið góð.