Pauline Cafferkey, sjúkrarøktarfrøðingurin, sum fyri tveimum vikum síðani stríddist fyri lívinum vegna Ebola smittuna, er nú komin fyri seg.
Cafferkey var farin til Sierra Leone í november mánaði saman við einum ferðaliðið av sjúkrarøktarfrøðingum at hjálpa til í stríðnum móti ebola. Í desember varð hon skundflogin aftur til Onglands til viðgerðar fyri ebola.
Komin á sjúkrahúsi í London, vóru útlitini hjá 39ára gomlu Cafferkey úr Skotlandi ógvuliga døpur. Eftir tríggjar vikur á sjúkrahúsinum vórðu boðini, at støðan var lívshættislig.
Eg eri bert fegin um at vera á lívi. Eg kenni meg framvegis ikki 100 prosent - eg kenni meg veika - men eg gleði meg at sleppa heim. Eg vil takka læknatoyminum, ið tóku sær av mær tey vóru framúr, sigur hon við bretsku tíðindastøðina BBC.
Síðani 2013 eru nærum 22.000 fólk smittað við ebola, umframt 8.641 deyðsføll í Vesturafrika.